Føroyska málið og alheimsávirkanin

    

Sigmundur Høgnasson
???????????????????

Vit føringar eru í dag so mikið hepnir, at vit eru ein av minstu tjóðum í heiminum við egnum sjálvstøðugum máli. Vit hava ikki sum t.d. hetlendingar og nógvar aðrar smærri tjóðir í heiminum verið fyri tí vanlagnu, at størri tjóðarmál hava køvt tað føroyska málið. Men tað vil ikki siga tað sama sum, at vit nú kunnu seta okkum afturav og hyggja at hvussu leikur fer. Mál okkara hevur altíð staðið fyri skotum uttanífrá ikki minst úr Danmark. Vit hava tey seinastu uml. 50 árini havt gott fólk, sum hava tjúklað um málið. Vit kunnu nevna Jóannes av Skarði, Jeffrei Henriksen, Jóan Hendrik Winther Poulsen. Og tá tað kemur til tann vísindaliga partin av málinum, hava vit eisini verið stak hepnir. Nevnast kunnu nakrir, Rasmus Rasmussen, Jóannes Rasmussen, Hanus Debes Joensen. Vit hava í dag Fróðskaparsetur Føroya, har tú kanst fáa hægri útbúgving innan føroyskt, og vit hava ena málstovu, sum tú kanst ringja til, um tú ivast í føroyskari stavseting. Vit hava væl útbúgvið fólk kring landið, so her skuldi alt verið í lagi. Men, sum eg skilji á teimum eldru, so stendur syrgiliga illa til í flestu fjølmiðlunum. Tá tey greiða mær frá, dugi eg væl at síggja og hoyra villirnar. Hetta eru ikki vanligar prentvillir, men villir ið ganga aftur og aftur. Eg loyvi mær at nevna nøkur stuttlig dømi.
Vit hava tey síðstu seks árini hoyrt fyrrverandi løgmann ferð eftir ferð siga »uppá núverandi tíðspunkt«. Rættari og lættari hevði verið at sagt júst nú, ella í løtuni. Somuleiðis hevur hann ofta sagt »Tað hava vit tikið hædd fyri«. Betur hevði verið at sagt, tað hava vit lagt uppfyri. Annars er at siga, at nærum allir politikararnir og sjónvarpsmennirnir »hyggja eftir«. Á føroyskum eitur tað, hyggja at. (Høgni W. Larsen).
Á Rás 2 varð ein lýsing lisin upp fleiri ferðir. Hon ljóðaði soleiðis: »Komið og síggi nýggju boxstivlarnar til børn við lynlási«. Ein átti ikki at flent at (og ikki hesum), men ofta er ringt at halda sær.
Sum eg skilji á pápa mínum, var tað føroyska málið nógv ávirkað av »danismum«, tá hann gekk í barnaskúla, og lærararnir gjørdu sær stóran ómak fyri at fáa tær burtur og málið hevur havt tað hampuliga gott í 60?unum og 70?unum (J. H. Winther Poulsen).
Tað, sum síðani er hent, er helst tað, at málið er vorðið ógvuliga harðligt ávirkað gjøgnum nýggju fjølmiðlar sum sjónvarpið og alnótina. Danir hava júst nú givið eina nýggja orðabók út, sum eitur Den Danske Ordbog. Í samband við útgávuna hava teir eitt fyribrigdi, sum verður nevnt »danglish«. Hetta er (sum tað sæst av orðinum) partar av danska málinum sum harðliga er ávirkað av enskum. Hetta er mest galdandi á arbeiðsøkinum og helst innan telduvirksemi. Fleiri málfrøðingar meta, at danska málið longu hevur mist ein stóran part av sínum eginleikum, tí enskt er komið ístaðin (Samvirke: 76).
Tá vit hugsa um Føroyar í einum alheimssamanhangi, so er mál okkara ómetaliga viðkvæmt, og vit hava ikki ráð til, at slíkt hendir her hjá okkum.
Samanumtikið, so eru vit føringar hepnir. V. U. Hammershaimb bygdi skriftmál okkara á farna norrøna málið, so vit sluppu undan málføristrupulleikunum, sum t.d. norðmenn enn berjast við. Tað er sum um tíðin hevur verið við okkum, um Jacob Jacobsen kom áðrenn V. U. Hammershaimb, hevur ein ivast í, um vit høvdu havt eitt skriftmál í dag.
Jacob Jacobsen hevði ivaleyst bygt skriftmálið á ljóðfrøði (fonetiskt) rættskrivingina hjá Svabo. Jacob Jacobsen menti okkum haraftur ímóti eitt vísindaligt mál. Gjøgnum stríð og strev í Føringafelagnum tað tíð tað var, mentist so hitt føroyska málið við rúgvu av vøkrum fosturlandssangum av nógvum góðum monnum. Samdir vóru teir ikki altíð, men vit nýta gott av øllum, ið kom buturúr. Okkara samfelag hevur eitt vakurt mál og nógv lærd fólk í vilja varðveita tað.
Nú ræður um ikki at seta seg afturá, men vera til dystin fús, so ikki sama hendir sum í Danmark. Eitt vita vit. Enska rákið kemur henda vegin, og er kanska longu komið. Tað ræður um, at duga at taka ímóti á ein skynsaman hátt.
Tá vit hugsa um, hvussu nær málspurningurin var tengdur at tjóðskaparrørsluni í Føringafelagstíðini, so undrar tað meg, at einki hevur verið nevnt um føroyska málið øll seks árini undir fullveldis landsstýrinum. Sum í so nógvum øðrum málum undir hesum landsstýrinum, hava teir start seg blindar og slept tí føroyska málinum uppá fjall.