Føroyska málstevnunevndin vekir ans í Grønlandi

Grønlendskt blað hevur havt samrøðu við Árna Dahl, formann í Málstevnunevndini. Í Grønlandi finnast tvey landsdekkandi bløð, Sermitsiaq og Grønlandsposten. Allar greinarnar í báðum bløðum, verða ritaðar á bæði grønlendskum, og á donskum. Í vikuni hevur Sermitsiaq havt samrøðu við Árna Dahl, formann í Málstevnunevndini. Sermitsiaq ber uppá mál, at sjálvt um tað er brot á Heimastýrislógina, so heldur føroyska málstevnunevndin fæst við, at bert føroyskt verður almenna málið í Føroyum. ?Tað føroyska málið verður upphevjað til at verða tjóðarmálið í Føroyum. Vit skjóta eisini upp, at føroyskt verður nýtt innan rættarverk og løgreglu, sum enn eru donsk málsøki!? sigur Árni Dahl við Sermitsiaq. Árni Dahl leggur dent á, at hóast føroyskt ikki er hótt, so er tíðin búgvin til, at ein almennur málpolitikkur verður samtyktur í Føroyum.