Føroyska umdømið dálkað

Nýggja umhvørviskanningin gevur útlendingum ta fatan, at føroyingar fara illa um náttúruna, sum vit liva av. Tað heldur føroyski umboðsmaðurin í Keypmannahavn. Stjórin í fiskasøluni Farex ber hinvegin ongan ótta fyri føroyska umdøminum og væntar sær ongar trupulleikar at selja fisk

UMHVØRVI

Umdømið føroyinga uttanlands er skatt av nýggju umhvørivskanningini, sum Heilsufrøðiliga starvsstova hevur gjørt fyri olju- og umhvørvismálaráðið.
Tað heldur í øllum førum føroyski umboðsmaðurin í Keypmannahavn.
Kanningin vísir, at Føroyar hava triðstørsta útlátið av vakstrarhúsgassum fyri hvønn íbúgva í heiminum. Hon vísir eisini, at tað eru føroysku fiskiskipini, sum dálka mest.
Úrstlit frá kanningini eru umrødd av tíðindastovuni Ritzau og eru sostatt borin víðari út í heim.

Følsk reklama
Hetta kann vera rættiliga óheppið fyri marknaðarføringina av Føroyum, heldur Trygvi Johansen, leiðari fyri føroysku umboðsstovuna í Keypmannahavn.
? Eg gjørdist bilsin, tá eg hoyrdi úrslitini av hasi kanningini. Vit ímynda okkum vanliga, at umhvørvið í Norðuratlantshøvum er reint, og tí kemur hetta óvart á, sigur hann.
Trygvi Johansen heldur, at úrslitið kann sáa ivi um, hvørt føroyingar hava brúkt falska reklamu, tá vit hava víst okkara andlit úteftir.
? Tann kunning, sum vit geva frá okkum, byggir altíð á, at vit hava eitt reint umhvørvi í Føroyum. Og við hesum boðskapi selja vit bæði fiskavørur og ferðavinnu úti í heimi. Tí virkar hetta rættiliga negativt fyri okkum. Tað er ongin ivi um, at hetta er við til at skaða føroyska umdømið uttanlands og gevur ta fatan, at føroyingar ongi fyrilit hava fyri tí náttúru, sum vit liva av, og bara svína hana til. Tað situr eftir, og tað vóru vit betri fyriuttan, sigur Trygvi Johansen.

Onki at óttast
Tað eru kortini ikki øll, sum eru so bangin um tølini í umhvørviskanningini.
Rói Egholm, stjóri í fiskasøluni Farex, óttast ikki ta sannroynd, at kanningin verður varpað uttanlands.
? Eg trúgvi ikki, at hetta gevur okkum trupulleikar. Okkara keyparar lesa ikki hagtøl á handan hátt. Teir lesa seg fram til, hvussu vit dálka í mun til framleiðsluna, og ikki í mun til hvussu nógv fólk búgva í Føroyum, sigur Rói Egholm.
Hann tekur undir við Olaf Olsen, reiðara, sum í blaðnum í gjár gjørdi vart við, at føroyingar hava stóra orku á sjónum og helst hava flest skip fyri hvønn íbúgva í heiminum. Júst skipini telja mest í kanningini og standa fyri 32 prosentum av útlátinum av koltvíiltu. Sostatt verður dálkingin fyri hvønn íbúgva ovurstór.
? Nógvir av okkara kundum hava eisini verið í Føroyum, so teir vita, at vit hava reinari luft enn stórbýirnir. Okkara keyparar fara óivað at spyrja eitt sindur nærri, men so kunnu vit upplýsa teimum, hvussu støðan er, og tað skilja teir, sigur Rói Egholm.