Fólkaflokkurin undrast á, hví onki hoyrist frá løgmanni og Høgna Hoydal í samband við ósonnu og niðurgerandi niðurstøðu hjá Ungdóms-Norðurlandaráðnum móti føroysku tjóðini.
Jógvan við Keldu, limur í Norðurlandaráðnum hevur á fundi hvassliga mótmælt ósonnu og óhepnu niðurstøðuni hjá Ungdóms-Norðurlandaráðnum, har føroyska tjóðin víðfevnt verður løgd undir at søkja at og forfylgja samkyndum.
Á viðtøkuskjali “Slutdokument - Ungdomens Nordiska Råd 27.-29.10.2006, Christiansborg, Køpenhavn” vóru 13 niðurstøður festar á blað. Í 12. resolutiónini stendur soleiðis m.a.:
“En nedstemming av lovforslag om diskriminationsbeskyttelse for homoseksulelle på Færøerne har ført til vold mod homoseksuelle og omfattende forfølgelse af homoseksuelle”.
Í seinastu viku var fundur millum Mentanarnevndina hjá Norðurlandaráðnum, har Jógvan við Keldu situr, og hinumegin umboði fyri Ungdóms-Norðurlandaráðsins, har Føroyar eisini eru umboðaðar. Á hesum fundi var greitt frá arbeiðinum hjá Ungdóms-Norðurlandaráðnum, sum vanligt er, og síðani hava politikarar høvið til at spyrja og gera viðmerkingar.
Jógvan førdi fram yvirfyri umboði Ungdómsráðsins, at hann undir ongum umstøðum kundi góðtaka viðferðina føroyska tjóðin víðfevnt fekk frá ráðnum og vísti á, at hetta var bæði óheppið og ósatt, at leggja føroysku tjóðina undir at útinna “vold mod homoseksuelle og omfattende forfølgelse af homoseksuelle”.
Fólkaflokkurin er samdur um, at hetta setur eisini føroyska fólkið í eina óveruliga støðu, og vanligi føroyski hampamaðurin verður av órøttum settur í eitt serliga vánaligt ljós.
Svarið frá formanninum í Mentanarnevndini var, at “vit kunnu ikki blanda okkum upp í teirra avgerðir”.
Svarið frá umboðið Ungdóms-Norðurlandaráðsins var, at “tað er harmiligt, at føroyska umboðið skuldi taka tað soleiðis”.
Tí hevur Fólkaflokkurin viðgjørt málið og sjálvandi virðir flokkurin skrivifrælsið og vísir í hesum høpið á, at lesarabræv-skrivarar í ríkiligt mát hava nýtt hetta frælsið,
men átalar, at 55 politisk umboð, sum er partur av komandi politiska ættarliðinum í Norðurlondum gevur føroyska fólkinum tílíka viðferð, eigur ikki at vera góðtikið
og eigur at verða mótmælt frá hægsta staði.
Tað undrar eisini, at løgmaður og hansara fjølmiðlalið ikki hevur gjørt vart við hetta fyrr. Eisini má sigast, at Høgni Hoydal, sum er danskur varamaður í Norðurlanda-ráðnum, Tjóðveldisflokkurin og fyri alt tað Norðuratlantsbólkurin, sum bara tað “lotar av hanakjafti” ger viðmerkingar og hevur spurningar, tá nakað er áfatt, ikki hevur latið við seg komið.
Jógvan við Keldu, sum er annar føroyski limurin í Norðurlandaráðnum og umboðar samgonguna, hevur tí sent løgmanni bræv, har hann heitir á hann at fáa hetta avsannað.