Val
Týsdagurin 20. november, dagurin, sum Poul Nyrup Rasmussen hevur sett at vera valdag, er ein vakur, sólskynsríkur, men nakað kaldur dagur í Jútlandi.
Eg eri á veg út í Århus forstaðin Skødstrup, har eitt av teimum »føroyingaríku« kollegiunum í jútska lestrarbýnum liggur. Ein av landsmonnunum, ið hava bústað her, er 33 ára gamli runavíkingurin Hilmar Simonsen, ið lesur jarðfrøði á sætta ári á Århus Universitet. Honum skal eg á val við.
Hampaflokkur
Danska fólkatingsvalið er eitt sindur av einum vavgreyti. Fyri tað fyrsta tí at Poul Nyrup Rasmussen valdi at leggja sítt fólkatingsval sama dag, sum danska kommunuvalið og danska amtráðsvalið frammanundan vóru sett á skránna, og tí skal hvør veljari seta tríggjar krossar í dag.
Hin orsøkin er, at flokkarnir eru so nógvir í tali, at tað er ikki hugsingur um at seta seg inn í hvat teir allir standa fyri. Har eru millum onnur Hampepartiet, sum eftir vanligum normum tó langt frá er nakar »hampaflokkur«, men hinvegin ein flokkur, ið fyrst og fremst stríðist fyri at gera tað lógligt at keypa og selja rúsevnið hash. Á flokslistanum finst eisini Bistandspartiet, ið stríðist fyri at tey, ið eru arbeiðsleys og fáa almannahjálp, skulu sleppa at vera tað í frið, uttan at nakar »plágar« tey við arbeiðs- og aktiveringstilboðum.
Hesir og allir hinir smáu flokkarnir hava tó lítlan og ongan møguleika at koma upp um sperrumarkið, tí partvís hava tey ov lítla undirtøku millum fólk, og partvís kenna fólk einki til teir. Men teir stilla tó allir upp við góðum treysti og vóna at verða valdir inn á fólkating av donsku veljarunum.
Føroyingar skulu blanda seg
Ein partur av donsku veljarunum, ið avgera hvør skal mynda danskan politik komandi fýra árini, eru tey túsundtals føroysku lesandi, sum búgva í Danmark í sjálvbodnari útlegd. Tá løgtingsval er, fáa hesi føroyskt valkort sendandi, men til fólkatingsval kunnu tey ikki velja føroysku umboðini. Hinvegin hava tey danskan valrætt so skjótt tey fáa danska adressu.
Spurningurin um tað er rætt soleiðis at blanda seg uppí danskan innanríkispolitik, er javnan uppi at venda millum føroysk lesandi í Danmark.
Hilmar Simonsen er ikki í iva.
? Sjálvandi skal man fara á val tá man hevur valrætt. Tað er sjálvur grundarsteinurin í einum hvørjum fólkaræði, at fólkið brúkar sín rætt, tá val er. So kann tað vera líkamikið um man ikki kennir seg sum innføddan dana. Tá tú býrt í Danmark, ert tú partur av danska samfelagnum, eisini um tú ætlar tær at flyta til Føroya um eitt ár ella tvey, sigur Hilmar, meðan vit spáka okkum niðan í Skødstrup Sportshal, har valkortini skulu latast inn, og krossarnir setast.
? Eg hevði ikki viljað havt valrætt til fólkatingsvalið í Føroyum, um hetta stóð mær í boði, tí í løtuni eri eg í størri mun partur av danska samfelagnum enn tí føroyska.
Tá valhølini lata aftur og byrjað verður at telja, fer Hilmar Simonsen at fylgja við í uppteljingunum bæði í Føroyum og í Danmark. Við nøkunlunda sama spenningi.
? Tað hevur rættiliga nógv at siga fyri meg, hvør fer at umboða Føroyar á fólkatingi. Tað mest umráðandi fyri meg er, at tað vera politikarar, sum kunnu vera sjónligir og sum ikki eru bangnir fyri at markera seg, ikki bara í føroyskum hjartamálum, men eisini í stórum donskum málum. Men sjálvandi skal máti vera við.
Føroyamálið er ikki avgerandi
Nú vit nærkast valhølunum er tað meira ein rutina enn ein avgerð, sum Hilmar skal avgreiða handan gardinurnar. Avgerðina hevur hann tikið fyri langari tíð síðan, og hon byggir mest á ideologisku markeringarnar hjá flokkunum. Føroyamálið spælir eisini inn, men ikki meir enn so nógv onnur einstøk mál.
? Eg haldi at flokkarnir í Danmark eru rættiliga samdir um Føroyar og fullveldismálið. Og hevði tað verið ein munur, so hevði tað kortini verið eitt sindur ringt hjá mær at dømt um, hvør flokkur nú var best fyri Føroyar og føroyingar. Føroyingar eru jú langt frá samdir um hvat er best fyri Føroyar.
Ikki persónligt
Eftir at hann hevur sett atkvøðuseðlarnar til kommunu-, amts- og fólkatingsvalið í atkvøðukassan, er ómøguligt at fáa at vita, hvør fekk atkvøðurnar.
? Tað er tíbetur loyniligt, men eg kann siga so mikið sum at tað var ein listi, ikki ein persónur, sum fekk mína atkvøðu til fólkatingsvalið. Har liggur kanska størsti munurin millum eitt danskt fólkatingsval og eitt føroyskt løgtingsval. Í Føroyum hevði eg allarhelst havt givið einum persóni mína atkvøðu, tí har kennir tú valevnini betur. Her er eitt sindur verri at vita júst hvat hvør einstakur politikari stendur fyri, og tí atkvøður tú meira eftir teimum langu linjunum í politikkinum hjá hvørjum flokki, sigur Hilmar Simonsen, eftir at hava gjørt sína ávirkan galdandi.
Javnaðarflokkurin stríðist
Ímeðan stríðist danski Javnaðarflokkurin fyri at halda sær á tromini. Eisini í Århus stendur javnaðarflokkurin fyri falli eftir at hava sitið við valdinum í landsins næststørsta býi í samfull 78 ár. Borgarstjórin, Flemming Knudsen, verður lastaður av sínum egnu fyri vánaligu støðuna, meðan politisku mótstøðufólkini og Ekstrablaðið í felag lasta hann fyri hansara í so góða vinarlag við fløskuna.
Nakrar hundrað av teimum atkvøðunum, sum fara at avgera hvørt hann sleppur at halda fram ella ikki, stava frá teimum umleið fimmhundrað føroyingunum í Århus økinum. Fleiri túsund av atkvøðunum, sum avgera um Poul Nyrup Rasmussen sleppur at vera sitandi, stava frá føroyskum veljarum í Danmark.