- Ein fíggjarrisi í føroyskari vinnu fall í gjár. Sterka eikin er rivin upp við rót. Størsti føroyski bankin og elsta fyritøka í Føroyum er ikki til longur. Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sum setti Vinnudagin 2010 seinnapartin í dag, ásannaði, at eitt stórt tómrúm stendur eftir Eik Banka.
- Uttan iva hava vit øll okkara meiningar um tilburðin. Hvat hendi - og hví endaði hetta so galið?
Landsstýrismaðurin vísti á, at hetta eru náttúrligir spurningar at seta sær.
- Men eg skal ikki gera meg til dómara yvir nøkrum. Tann rætturin tilkemur ikki mær. Eg fari heldur ikki at gita, um eitt politiskt eftirspæl verður, og um nakar man fara at royna at vinna sær politisk poeng burturúr hesum sorgarleiki.
Jóhan Dahl helt, at vit við hetta álvarsliga høvi eiga at steðga á og reflektera, sum hann tók til.
- Hvat lærir søgan og lagnan hjá Eik Banka okkum og tykkum, ið mynda føroyska vinnulívið frameftir? spurdi landsstýrismaðurin.
Jóhan Dahl staðfesti, at markið millum succes og fiasko er hárfínt. Tað, sum í dag tykist at vera sunn fornuft, er kanska nakað heilt annað í morgin.
- Eisini kunnu vit staðfesta, at eingin tolir alt. Hetta ljóðar banalt, men tað er sunt at hugsa tankan av og á.
Landsstýrismaðurin segði, at í eini altjóða fíggjar-og búskaparkreppu merkja tey varnu avleiðingarnar, men tey framfýsnu eru í vanda fyri at fáa meiri enn mótgongd.
- Tí er javnvágin millum konsolidering og váðafýsni so týðandi, segði Jóhan Dahl, landsstýrismaður, tá hann setti Vinnudagin 2010 seinnapartin í dag.