Føroyskar søgur í hundrað ár á filmi. Tað er tað, sum er komið burtur úr verkætlanini hjá Substanz Nordisk Film, sum í meira enn eitt ár hevur arbeitt seg í gjøgnum føroyska filmsskattin, sum er savnaður burtur úr tilfari, sum vanligi føroyingurin hevur sent inn til verkætlanina.
Tað er Eik Grunnurin, sum hevur stuðlað verkætlanini.
Fríggjakvøldið var frumframførsla av nøkrum filmsbrotum í Sjónleikarhúsinum í Havn. Har sóu vit eitt brot, nevnt ”Aftur á slóðina”. Tað eru filmsbrot, sum Julius Høgnesen, apotekari úr Oyndarfirði, tók upp, tá hann vitjaði aftur í Føroyum í 1930. Hetta er sera forkunnugt tilfar, har nógv fólk eru at síggja – eisini ein fólkafundur á Gøtueiði.
Vit sóu eisini filmsbrotið ”Heimsins nalvi”, sum eru filmsbrot úr Havn, har vit síggja, hvussu býurin veksur við vælferðini – um hvussu Havnin broytist gjøgnum árini.
Síðsta brotið, sum varð víst, kallast ”Undirklæð, nei takk”. Har eru vit á mótasýning á Hotel Føroyum í 1966, har danskar og føroyskar modellir vísa fram nýtmótans undirklæði.
Umframt umboð fyri Substanz Nordisk og Eik, so segði Helena Dam á Neystabø nøkur orð vegna Føroya Landsstýri og Annika Mittún Jaconsen, Kringvarpsstjóri segði eisini nøkur orð, samstundis sum hon takka fyri, at Kringvarpið fær alt fimstilfarið í varðveitslu.
The Grand Old Man innan føroyskan film, Jákup Andreas Arge, hevur sum vera man latið stóran part av filmstilfarinum til verkætlana, og hann varð eisini heiðraður í Sjónleikarhúsinum fríggjakvøldið.
Á Rás2 í morginári verða samrøður og annað frá frumframfrøsluni at frætta.