Føroyskar fyritøkur við í oljuvinnuni

-Tað hevur stóran týdning, at vit varðveita krøvini til kaikant í sambandi við komandi leiting. Føroyskar fyritøkur eiga at hava møguleika at vera við í menningini segði Hendrik Old, tingmaður m.a. undir 1. viðgerð av 2. Útbjóðing til oljuleiting á tingi herfyri.

2. útbjóðing


Tingmenn tóku sum heild undir við uppskotinum frá landsstýrinum um eina nýggja útbjóðing á landgrunninum at leita eftir olju og gassi. Orðaskiftið var rættiliga drúgvt og verður uppskotið nú viðgjørt í Vinnunevndini. Vit hava hugt nærri at orðaskiftinum.

Framsøgumaður sambandsfloksins, Kai Leo Johannesen helt fyri, at 1. útbjóðingin hevði verið væleydnað, hóast einki rakstrarverdugt fund er gjørt. Hann rósti fólkunum, sum hava staðið fyri arbeiðinum. Hann helt, at man við treytunum fyri 2. rundu hevur tikið væl atlit til, at føroyska samfelagið fær inntøkur burtur úr eini oljuvinnu og vísti til tað skilagóða í at hav eitt royalty uppá 2%, síðani vanliga kolvetnisinntøkuskattin uppá 28,5% og so alt eftir inntøku man fær frá einum oljufundi, har ein serskattur verður lagdur omaná í trimum stigum.

Hann helt eisini, at vit longu hava fingið nakað burtur úr, nevniliga eina ávísa vitan, hvussu man tilrættaleggur framyvir og at føroyingar á jøvnum føti við útlendingar skulu vera við til at veita tænastur í sambandi við oljuleiting. Hann vísti tó á, at tað í praksis kann vera eitt sindur verri, tí tá kunnu feløgini velja tað, sum tey meta vera best egnað. Men sum man hevur skilt hevur tað verið ein positivur andi at loyva føroyskum fyritøkum uppí.

Kai Leo helt uppskotið til 2. rundu verða væl úr hondum greitt. Hann vísti til, at man hevur tikið hædd fyri fiskivinnuni eisini í hesum og helt hann fyri, at tað eru ikki nógv mótmæli frá vinnuni móti útbjóðingini, tí ahon skal ganga út yvir aðrar vinnur. ?Vit kunnu staðfesta, at Atlantsflog hevur fingið ein sáttmála í útlendsku oljuvinnuni, og tað mugu vit fegnast um. Vit vóna, at tað kemur at spyrjast nakað burtur úr, og hetta uppskotið hevur sum ein positiv broyting nakað við inntøkur at gera.

Meira varin
Hendrik Old, framsøgumaður Javnaðarfloksin helt fyri, at umstøðurnar rundan um annað útbjóðingarumfar eru meira dempaðar enn kring fyrsta umfarið. Rokanin við fyrsta umfar í tinginum var nógv, og vónirnar vóru sera høgar, um, at oljan fór at geva nógvar pengar skjótt. ?Men tað má sigast til rós fyri fyrrverandi landsstýismannin, Eyðun Elttør, at hann royndi at dempa vónirnar og mælti til tolsemi. Ætlanin við 2. rundu er at skapa grundarlag og áhuga fyri framhaldandi leitivirksemi, og at føroyskar fyritøkur verða tryggjaðar møguleikar at kappast við aðrar. Hetta halda vit vera umráðandi og gott at hava við, nevniliga at loyvishavarin skal arbeiða fyri, at avtalur verða gjørdar millum føroyskar og útlendskar fyritøkur og stovnar, sum kunnu leggja upp til føroyska kunnleika og tøkniligan kunnleika.

Hendrik Old, sum eisini er formaður í løgtingsins Vinnunevnd, gjørdi nógv burtur úr føroysku luttøkuni í eini oljuvinnu og vísti til royndirnar norðmenn hava gjørt sær á hesum øki,. Hann helt tað vera rætt at hava føroyska keikantin við men legði samtíðis dent á, at tað má vera upp til landsstýrismannin at meta um, nær tað kunnu gevast undantøk. Nøkur undantøk eru latin og helt tingmaðurin, at tað var í lagi. -Tað er órímuligt at seta krøv til, at man t.d. stýrir ein boripall inn í eina føroyska havn til onkur smáttaríir, um hann kemur onkra aðrastaðni frá og skal til at bora við Føroyar. Tað er eisini órímuligt, um ein sera stórur og tungur og kostnaðarligur lutur liggur á einum stað og man krevur,at hann skal flytast til lands í Føroyum at venda og so útaftur á ein boripall. Tað haldi eg Oljufyrisitingin og teirra fólk hava klárað væl at gjørt í lagaligheit og rímuligheit.

Tingmaðurin vísti á, at onkur hevur nevnt loyviøkið í 1. útbjóðing fyri gullhornið, men tíverri er gullið ikki komið enn, men kanska, man má hava loyvi at vóna hehetta segði hann og helt fram:

-Nú er so ætlanin at fara longur inn á føroyska økið. Vit hava fingið at vita, at basaltið er tjúkt her, og at tað er ringt at síggja og bora gjøgnum basaltið. Nú verður so bjóðað út longri inni á grunninum, og so er møguleiki fyri, at man kemur í nánd av fiskileiðum, men har skilji eg, at man við lagaligheit fær funnið fram til, at ongar ella minst møguligar konfliktir kunnu taka seg upp.

Hendrik Old vísiti á, at Javnaðarflokkurin hevur frá fyrstan tíð verið fyri at fara undir leiting og soleiðis, at føroyskar fyritøkur fáa møguleikar at vera við. -Sum heild má sigast, at oljuumsitingin seinastu árini hevur gjørt eitt gott arbeiði og greitt frá hesum, so tað hevur verið lutvíst lætt at fáa innlit í hjá amatørum, sum flestu okkara eru. Eg vóni, at tað vera meiri inntøkur av hesum virksemi, sum verður bjóðað út. Nú verður farið víðari um og okkara vón er, at tað gevur eitt gott úrslit. Men kemur einki annað burtur úr, tá er so tað hent, at føroyskar fyritøkur eru blivnar meira kappingarførar og hava lagt seg eftir at vera framvið, har møguleikar eru. Tað má sigast um føroyska vinnu sum heild, at sær man møguleika at vinna nakað, so eru føroyskar fyritøkur úti um seg. Sjálvt um vit onga olju hava funnið, so hevur tað verið ein stórur framburður fyri føroyska vinnu, og tað vóni eg at tað framhaldandi verður.