Í kavaroki og vindi varð leygarkvøldið annað umfar av tónleikakappingini Prix Føroyar hildið á Strondum, og vinnarnir av umfarinum varð bólkurin úr Klaksvík, I am, og á annað plássi varð bólkurin Flux, sum eisini skal møta upp tann 21 apríl í norðurlandahúsinum
PRIX FØROYAR
Torkil V. Ramussen Myndir: Jens K. Vang
Hóast veður funnu uml. 400 fólk í góðum hýri fram til bygdarhúsið á Strondum, fyri at hyggja og lurta eftir teimum tíggju sera góðu bólkunum, ið komu frá allastaðni úr Føroyum.
Tónleikurin var ymiskur, men á hægsta støði.
? Tiltakið varð væl skipað, og tað kann man takka m.a. bygdarfelagnum Stráluni við Anfinni Gærdum á odda fyri tað praktiskað, ið skuldi til fyri at halda tað heila uppi, sigur Fróði Vestergaard, ið er fyriskipari fyri Prix Føroyar.
? Hetta er tann fjúrtanda undankappingin yvirhøvur, og hølið á Strondum er eksemplariskt fyri slík tiltøk, legði Fróði Vestergaard aftrat.
Allur Skálafjørðurin lýsti upp við alskyns ljósum og tað hoyrdist eisini, tí 26 hátælarar vórðu nýttir til tiltakið á Strondum.
Brakan av rocki !
Teir vórðu sera væl móttiknir teir fýra ungu mennirnir úr Eysturoynni, sum kallað seg Flux, tað eru teir við tí speciella hárinum.
Flux vísti rættuligt sjálvsálit á pallinum, teir føldu seg sum heima á tí heita pallinum.
Áhoyrarnir róptu og hoppaðu, sum um gólvið var eitt springbretti.
Tónleikurin var fullur av ?breaks? og økjan og lækkan av tí harða nýmótans rockinum, sum teir í Flux sjálvir kallað tað.
Flux hevur luttikið fyrr á Prix Føroyum, og teir komu í finaluna. Tað var í 1999, eisini luttóku teir á ólavsøkukonsertini 2000.
Bólkurin fekk rættuliga sett gongd á kvøldið.
Eg eri, sum eg eri
Frá hørðum nýmótans rocki til vísusang hjá Janusi Trúgvassyni úr Havn.
Eitt ótrúliga gott og djarvt avrik frá Janusi Trúgvasyni, sum bert hevði ein guitar, og sang ótrúliga væl.
Sosialurin spurdi fólk hvat tey dámdu Janus, og øll tey spurdu hildu, at hann var ótrúliga djarvur og tónleikurin sera góður.
? Eg eri sera nøgdur við avrikið, og eg haldi at hatta varð sera gott, tá ið man tosar um hatta slagið av tónleiki, segði Janus Trúgvason, ið kendi seg lættan, tá hann var liðugur á pallinum. Janus hevur eisini spælt við Safir, sum luttók á Prix Føroyum á Tvøroyri í 1995.
Einheit
Tá ið klokkan var 22. 21, kom tann næsti eysturoyarbólkurin Marygold á pallin við tí framúrskarandi sangarinnuni Janu Hjallgrímsdóttur.
Bólkurin spælir góðan føroyskan rocktónleik, tónleik, ið ein seint gloymir. Talan var um harðan rock við líðandi temposkifti.
? Vit halda, at fólkið var við í tónleikinum, og vit eru væl nøgd, segði Jana Hjallgrímsdóttir.
Sosialurin spurdi seg enn einaferð runt, um fólkið dámdi Marygold, og tey flestu vórðu sera nøgd, hóast summi ivaðust í stílinum hjá bólkinum.
Bólkurin varð spurdur hvat hann legði størstan dent á, tá ið teir eru á palli, og svarið varð, at alt harmonerar.
Alt er 50 %
Ja, sig so tað, vit her í Føroyum hava eisini brit-pop bólkar, og tann ið stillaði upp til Prix Føroyar, nevnist Phantoms, bólkurin hevði fýra løg, og á teimum hoyrdist týðiliga, at hesir fimm ungu menn, ið manna bólkin hava hoyrt bólkin Oasis fyrr.
Páll Oddur Rubeksen sang við sera góðari rødd, og ikki minst góðum sjálvsáliti.
? Vit eru sera væl nøgdir, men vit fingu kanska ikki fólkið reiðiliga við, søgdu teir báðir ungu sveittutu mennirnir Páll Oddur Rubeksen og Høgni Fagraberg, ið júst høvdu traðkað niður av tí heita pallinum.
Phantoms hevur leikt á ólavsøkukonsert 1999, og vann Pop- Top konsertina í 1998.
Andaligt er stuttligt
Vinnarnir av tí innleiðandi umfarinum á Strondum, gjørdist sum áður nevnt bólkurin úr Klaksvíkini, I am.
I am fekk fólkið sera væl við, og vóru ótrúliga væl samanspældir.
Teirra væl umtókta gospel rock, hevði eisini sera nógva økjan, og lækkan í temponum.
Tá ið tey stillu løgini vórðu spæld, høvdu fólk tendrarnir hægst, og tey ið ikki royktu førkaður hendurnar frá vinstru til høgru í luftini.
Fólkið fór upp á gos, tá ið I am leiktu teirra so væl kenda lag ?Alla leið.?
Tað varð eitt sindur strævið, men vit eru sera væl nøgdir, søgdu I am
Andaligur tónleikur nýtist ikki at vera keðiligur, og hann kann vera minst líka so góður, sum ikki andaligur tónleikur er, segði Birgir Sigurðsson, ið er sangari hjá bólkinum.
Bólkurin hevði eisini tveir gestatónleikarar við, Jón Gaasedal, ið leikti uppá tagentarnir og Ásbjørn Berthelsen, sum leikti uppá djembe trummu.
I am var við á Prix Føroyum í 1999, ið var í Klaksvík, eisini hava teir spælt á gospelkonsertum í Íslandi.
Backstreet boys við málaðum andliti
Tríggir av manningini úr áður nevnda bólki Phantoms høvdu nógv at gera leygarkvøldið, tí tríggjir av teimum fimm, ið mannaðu Phantoms, mannaðu eisini Epot, hesir vóru Bárður Justinesen, Páll Hammer og Hans Erling Guttesen.
Kurt Cobain viðhaldsmaðurin Hans Edward Andreassen sang sera væl, og Epot, sum hevði eina frálíka framførslu, kláraði sera væl at fáa fjøldina við í teirra hardcore rocki, tá ið tað er uppá tað besta, sum Epot legði til orða, tá ið teir vórðu spurdir um tónleikastíl teirra.
Epot endaði við ?Larger than life? hjá Backstreet boys, og tá kom serliga lív í tann yngra partin av fjøldini, ið stóð fremst við pallin.
Entusiasma
?Pínadoy ikki eisini? vóru orðini hjá tí heldur sera nýggja bólkinum Pínadoy, ið vórðu stovnaðir eina viku áðrenn Prix Føroyar undankappingin á Strondum byrjaði.
Vit eita ikki Pínadoy, tí tað er eitt banniorð, men tí tað er eitt orð, sum útrykkir nógv, t.d. vóru vit tvær ferðir áðrenn vit komu til Strendur við at doyggja í bilinum, og hvat sigur man tá? Pínadoy ikki eisini vit vóru heldigir, sigur Kári Páll Nolsøe, ið er sangari hjá bólkinum.
Fólkarock við føroyskari húgvu og sólbrillum byrjaði orkestri pínadoy, teir spældu sera væl, og vístu gott sjálvsálit.
Tekstirnir eru um kærleika og um at hyggja inn í seg sjálvan. Teir sungu á føroyskum og so knappliga so skifti málið til enskt.
Eg eri nøgdur, men eg haldi ikki at vit fingu fólk við, eg sigi bara ?pínadoy fólk eru passiv?, eg meini bara, um man ikki kann dansa til hatta, so kann man ikki dansa til nakað, segði Kári Páll Nolsøe.
Loysing og anarki
Teir fimm havnarmennirnir úr Grønt, Fót, Slím fingu eisini fjøldina upp at kóka við teirra dansi við føroyskari húgvu, kjóla, og klædningi við yvirfrakka.
Sangarin Herfinn Árnafjall legði út í vaðið við orðunum: ?Vit eru Grønt, Fót, Slím og vit spæla skide gott,? eisini hoppaðu fólk hesuferð, sum um gólvið var eitt springibretti.
Sera skemtingarsamir menn, ið dugdu væl at fáa fólkið við.
Mitt í songunum, varð knappiliga sungið ?Jóanes?, og nøkur brøl um loysing, og anarki.
? Bert 75 % av palltíðini hjá okkum var rein improvisatión, segði Herfinn Árnafjall við einum sera stórum smíli.
Prodigy style
Enn ein havnarbólkur við trimum ungum technogubbum, ið nevna seg Side Effect.
Tónleikurin var sera øðrvísi frá hinum bólkunum, tí man hoyrdi yvirhøvur ikki hvat ið sungið varð, við pelsi og sólbrillum stóð Brynjálvur á Heygum aftanfyri tagentarnir, meðan Ludvík Breckmann sang. Hesir ungu menn dugdu og tordu væl, men fólkið var ikki so nøgt við tónleikin, nokk tí at tónleikurin var so nógv øðrvísi.
Onkur byrjaði at berjast undir framførsluni hjá Side Effect, ringt er at spáa um tað var tónleikurin í østi tey ella ikki. Vit spurdu sangaran Ludvík Breckmann.
Hví fóru fólk at berjast undir framførsluni ? ?Tí tað er hardcore, ið vit spæla? Heldur tú tit fingu fólk við?
_nei? hví ? _Fólkið er tristari enn havnarfólk,? segði Ludvík Breckmann úr Side Effect.
Eisini hevði Side Effect tvær vakrar dansarinnur við á pallin, ið eita Barbara Thomsen og Rúna Mikkelsen.
Man er altíð við fyri at vinna
Síðst á skránni var rockbólkurin No Connection.
Teir byrjaðu einum lagi hjá bólkinum Dizz Mizz Lizzy.
Tendrarnir vóru hægst, tá ið teir fýra nólsoyingarnir við Bjarna Hansen á odda við mikrofonina.
Teir vóru kanska ikki so væl samanspældir, og kanska eitt sindur ov vanligir, vóru orðini frá fólki.
Stílurin var bleytur rockur.
Navnið hava teir frá fartelefonunum hjá teimum, ið ofta siga (ingen forbindelse.)
Hárreisni
Tá ið klokkan varð 2. 06, vórðu úrslitini kunngjørd, og frøðin varð stór, tá ið kunngjørt varð, at Flux verður at síggja í Norðurlandahúsinum tann 21 apríl, spenningurin virkaði endaleysur, áðrenn kunngjørt varð, hvør varð nummar eitt, og síðani vinnari av Prix Føroyar undankappingini á Strondum tann 3 februar, og gleðin varð sera stór tá ið teir fimm klaksvíkingarnir Birgir Sigurðsson, Hans Owe Johansen, Eyðbjørn Jacobsen, Heðin Olsen og Mikkjal Havnnastein, og ikki at gloyma teir báðar gestaleikarnir Jón Gaasedal og Ásbjørn Berthelsen vunnu.
Vit høvdu ikki klára hetta uttan Gud, søgdu teir allir, ið mannaðu I am.
Sosialurin ynskir eisini I am hjartaliga tilukku við siðirinum
Næsta brak
Prix Føroyar verður aftur í Klaksvík fríggjakvøldið 23 februar, og finalan verður í Norðurlandahúsinum 21 apríl.