Føroyskar kvinnur møta væl upp til læknakanning

Og tað hevur loyst, tí hjá 14 kvinnum funnu læknarnir krabbamein

Føroyskar kvinnur hava tikið væl ímóti tilboðnum um at verða kannaðar regluliga fyri krabbamein í bróstunum.

 

Tað var í  2015 at avgerð varð tikin um, at bjóða øllum kvinnum ímillum 50 og 69 ár at fáa regluligar, fyribyrgjandi kanningar fyri bróstkrabba. Talan er um einar 5.600 kvinnur í Føroyum í hesum aldrinum og tær verða kannaðar annaðhvørt ár.

 

Johan Jansson, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum sigur, at í fjør fingu stívliga 2300 kvinnur tilboð um at verða kannaðar og av teimum tóku stívliga 1900 av tilboðnum og lótu seg kanna.

 

Tað er yvir 82 prosent av kvinnunum, og tað verður mett at vera eitt gott úrslit. Tað er heldur betri enn í  Danmark, har tey annars, at taka 75 prosent av kvinnunum av tilboðum, er úrslitið

 

Men í Føroyum er úrslitið í roynd og veru væl betri enn tølini vísa í fyrstu syftu, tí tað er eisini eitt ávíst tal á kvinnum, sum ikki møta til kanningar av ymsum orsøkum.

 

Johan Jansson staðfestur, at talan er um eitt tilboð og fjør vóru tað stívliga 140 kvinnur, ella gott seks prosent, sum svaraðu aftur, at tær tóku ikki av. Harafturat vóru tað gott og væl 20 kvinnur, sum boðaðu, at tær vóru fluttar uttanlands og at tilboðið tí ikki var viðkomandi fyri tær.

 

Johan Jansson sigur, at samanumtikið vóru tað 250 av kvinnunum, sum fingu tilboðið um kanning í fjør, sum ikki møttu upp, og sum heldur ikki boðaðu frá frammanundan.Tað eru 11 prosent av teimum stívliga 2300 kvinnunum, sum fingu tilboð um kanning.

 

Hann sigur, at hóast talið á kvinnum, sum møta upp til kanningar, avgjørt er nøktandi, er tað heldur ikki yvir at dylja, at tað er ein stór útreiðsla fyri Landssjúkrahúsið, at kvinnur bara lata sum einki, og ikki møta upp, uttan at boða frá.

– Men samanumtikið mugu vit staðfesta, at tiboðið um regluliga mammografi hevur fingið góða undirtøku, sigur læknastjórin á Landssjúkrahúsinum.

 

Og tað er heldur ikki yvir at dylja, at hjá summum av kvinnunum hevur tað loyst seg at tær lótu seg kanna, tí læknarnir staðfestu nevniliga krabbamein hjá 14 av teimum, og tær vórðu síðani settar í viðgerð.

 

Eitt barometur fyri, hvussu væl ein kanning á einum sjúkrahúsið eydnast, er, hvussu skjótt tey, sum eru kannað, fáa svar. Og í sambandi við mammografikanningarnar á Landssjúkrahúsinum, vísa hagtølini hjá sjúkrahúsinum, at yvir 95 prosent av kvinnunum høvdu longu fingið svar, áðrenn 10 dagar vóru farnir frá tí at tær vórðu kannaðar. Í Danmark eru tey nøgd, tá ið umleið 80 prosent fáa svar, áðrenn 10 dagar eru farnir.