Føroyskar søgur sum tema

Stóra verkætlanin hjá Eikgrunninum og Substanz um føroyskar filmsperlur verður sett undir sjóneykuna í temablað hjá Sosialinum í dag

19. september varð filmsfløgan Føroyskar Søgur útgivin. Filmsfløgan er eitt útslit av einari umfatandi verkætlan, ið hevði til endamáls at savna saman og yvirspæla gamlar filmsupptøkur, sum eru gjørdar í Føroyum síðan filmsmiðilin varð uppfunnin. Harvið kunnu hesar upptøkur verða komandi ættarliðum av føroyingum at gagni.

Í Sosialinum í dag liggur eitt temablað, ið varpar ljós á hetta umfatandi arbeiði, sum er partur av mentanararvinum.

Les meira um Føroyskar Søgur á: www.foroyskarsogur.fo