Føroyskar samkomur vitjan av vekingarrørslu

Tiltakið Jesus 99 byrjaði í gjár. Fólk úr Toronto, har stór veking fer vram, vitja í hesum sambandi í Føroyum. Tey vóna at styrkja tað trúgv, ið longu er í Føroyum, umframt at tey vóna, at Guð fer at frelsa menniskju.

Steve Witt, annar av høvuðstalarunum, hevur vitjað í Føroyum áður. Hann heldur nógv av Føroroyum og føroyingum og er góður umboðsmaður, tí hann nevnir Føroyar alla staðir har hann kemur í heiminum. Hann hevur roynt at etið grind og er hugtikin av vøkru og reinu náttúruni.

Í hesum døgum vitja fólk úr USA og Canada ungdómar í Føroyum. Talan er um tiltakið "Jesus 99", ið fleiri samkomur standa fyri; Evangeliihúsið, Filadelfia,Samkoman í Hoyvík, Rema, Soli Deo Gloria, Keldan og Frelsunarherurin.

Í 1997 stóð Jenis av Rana fyri líknandi tiltaki við nøkrum av somu fólkunum, men munurin er, hesaferð er talan um tiltak, ið serstakliga er fyri ung. Føroyingar komu í samband við hesi fólkini, tá teir luttóku á stevni í Íslandi í 1997.


Út á gøturnar

Frá klokkan 23 á kvøldi verða tey í hølunum hjá Frelsunarherinum í Havn og fara tey ungu at út á gøturnar at bjóða fólki innar, umframt at útimøti eisini verða hildin.

Annars verða Læraraskúlahøllin og høllin á Stórheyggi karmur um vitjanina og tiltøkini.

10. flokkarnir í Havn eru í dag klokkan 10 bodnir til tiltak í Havnar Bio.

Í gjár varð vitjað í Hoydølum. Eisini er ætlanin, at tey vitjandi skulu vitja uppi í Hoydølum Fríggjadagin. Leygardagin verður seminar og sunnudagin fara tey at vitja ymsu fríkirkjurnar í Føroyum.



Veking

Á tíðindafundi í gjár segði Jenis av Rana, ið saman við einum bólki av ungfólki, hevur staðið fyri fyrireikingunum, at hann er glaður fyri, at hetta tiltak vísir, at tey ungu innan samkomurnar fegin vilja samstarva sínamillum.

Tey yngru siga seg vænta av vitjanini, at Guð verður nær og fer at frelsa menniskju.

Jenis av Rana sigur, at har gestirnir koma frá, Toronto, fer stór veking fram og fólk ferðast í stórum tali til Toronto at uppliva hetta.

Steve Witt hevur verið í Føroyum áður og hesaferð er eisini Kim Unrau við. Teir báðir eru høvuðstalarar, men hava umframt nógv fólk í fylgi við sær. Eini 10 forbiðarar og ungdómar.

Teir halda, at við seinastu vitjan í ´97, vóru fólk sera varin og kanska misskiltu nógv endamálið við vitjanini. Nú kenna teirseg sera væl móttiknan av øllum og fólk eru glað fyri at síggja teir og sera opin og blíð.


Umboða Føroyar kring heimin

Teir siga, at teir eru í Føroyum at styrkja tað, ið longu er her.

Steve Witt vitjað eisini her í 1997. Steve Witt sigur, at tað merkist í Føroyum, at Harrin er her, ein ynskir at biðja her. Hann vildi fegin fingið fólk hendaveg at uppliva landið og soleiðis nærri Guði.

Hann heldur náttúruna vera sera hugtakandi og hann nevnir føroyar laastaðir, har hann talar og tað er bæði í Europa Asia, Australia og aðrastaðir. Soleiðis hava Føroyar og ferðavinnan eitt gott og virki umboð í honum.

Kim Unrau sigur, at tað fyrsta hann hugsaði, tá hann á hesi fyrstu ferð síni í Føroyum trein á flogvøllin, var, at her er so reint, Guðs náttúra er rein og upprunalig her.


Dámar grind

Steve Witt upplivdi grindadráp, tá hann vitjaði seinast. Hann gjørdist ovfarin, tí hann hevði lisið um hetta í útlendskum fjølmiðlum.

Men hetta tóktist at verða náttúrligur partur av mentanini og hóttir ikki stovnin. Eisini hugtekur tað, at øll, ið hjálpa til, fáa part, og hesa mynd nýtir hann ofta í talum sínum. Tann, ið vil hjálpa, taka í línuna, sleppur upp í part!

Steve royndi tá at eta grind. Og tað vildi Kim eisini fegin sloppið at roynt. Eisini Kim er hugtikin av felagsmentanini hjá føroyingum, og hann nevnir umframt grindadráp og býti, eisini ólavsøkuna.

Teimum dámar væl í Føroyum, landið og fólkið, og vóna at vitja aftur fleiri ferðir.


Á skúla

Á ferðini verða bønarbøti. Fólkini í erðalagnum frá Toronto vóna, at Føroyar merkja Harrans hond. Tey vóna og vænta, at Guð fer at hjálpa fólki, lekja hjúnaløg og gerab nakað fyri tey ungu.

Á tíðindafundinum í gjár vóru fleiri ung frá teim ymsu føroysku samkomunum. Teirra millum Elisabeth Skarsholm. Hon skal um 3 vikur á skúla hjá Kim Unrau í Canada. Hesum visti Kim ikki av, og hann beyð henni at vera vælkomnari og minti hana á at hava vetrarfrakkan við.

Elisabeth hvur búð í Keypmannahavn.

- Tá eg kom til Føroya, var eg ikki ein brennandi kristin, sigur Elisabeth, sum nú kennir seg kristnan. Hon er samd , tá sagt verður, at Guð merkist og kennist sera nær í Føroyum.


Biðja

Áðrenn farið varð av tíðindafundinum í gjár varð biðið fyri tíðindafólkum og myndamonnum. Síðani gekk leiðin niðan í studentaskúlan í Hoydølum. Eisini varð útferð á skránni hjá gestunum, hvørt kvøld, til út á náttina, ætla at bjóða ungfólki innar í hølini hjá Frelsunarherinum, umframt, at møti verða í Læraraskúlahøllini og høllini á stórheyggi