Føroyski búskapurin ikki illa fyri

Gjáramorgunin legði landsbankin fram sína búskaparmeting fyri 2011 og 2012, og landsbankastjórin er ikki so dapurtskygdur um búskaparligu framtíðina.

Landsbankin hevur niðurjusterað væntaða vøksturin í BTÚ. Í februar varð mett, at vøksturin í BTÚ fór at liggja um fimm prosent, men eftirspurningurin hjá serliga húsarhaldum hevur víst seg ikki at vera eins stórur, sum roknað var við, og hetta saman við lítlum íleggingarhugi hjá teimum privatu hevur ført til lækkanina í metingunum.
- Tað eru kortini ábendingar um, at húsarhaldini fara at brúka meiri pening. Um vit hyggja eftir teimum vísutølunum, sum vit brúka – MVG, millum annað – so var ein ábending í 2010 fram til triðja ársfjórðing, at vøkstur var um at koma í nýtsluna aftur, sigur Sigurð Poulsen, landsbankastjóri.
Men vøksturin steðgaði upp, og MVG-kurvan hevur ligið fløt síðani tá, og tað merkir, at húsarhaldini ikki hava havt hug at økja nýtsluna higartil.
- Nú eru kortini ábendingar um, at húsarhaldini hava hug at brúka meiri pengar. MVG’ið er heldur størri í mun til lønirnar nú enn fyrr, hóast ikki nógv, og nýggjasta konjunkturkanningin hjá Fíggjarmálaráðnum vísir, at húsarhaldini hava heldur betri álit á búskapinum, sigur Sigurð Poulsen.

Einki milliardalán
Eisini í mun til arbeiðsloysið er landsbankastjórin rímiliga positivur.
- Arbeiðsloysið var við at minka í 2010, men hækkaði nógv, fyrst og fremst tá Fiskavirking fór á heysin, og Eik Banki eisini fór av knóranum, og tá hækkaði arbeiðsloysið úr 5,7% upp í 6,9%, og tað er rættiliga stór hækking í einum. Nú er talið komið nakað niður aftur, tó ikki so nógv, men vit meta, at grundarlag er fyri, at tað kann koma longur niður í ár, sigur Sigurð Poulsen.
Hinvegin var landsbankastjórin rættiliga avgjørdur, tá hann fekk spurningin, um tað er skilagott av landinum at taka eina milliard í láni til Skálafjarðatunnilin.
- Eg haldi, at landið hevur brúk fyri sínum kredittvirði at fíggja tey hall, sum tað kemur at hava í nøkur ár. Tað kemur ikki væl við, um rentan hækkar alt ov nógv, og tað er vandi fyri tí, um landið átekur sær størri lánibyrður, sigur Sigurð Poulsen.
Í niðurstøðu síni sigur landsbankin, at føroyski búakapurin er ikki illa fyri.

Góð fíggjarstøða
- Fíggjarstøðan sum so er ikki vánalig. Føroyar eiga pening til góða í útlondum samanlagt, og tað almenna er ikki illa fyri. Landið skyldar ikki meir enn tað eigur, hóast nøkur av virðunum ikki eru løtt at selja, men um útbúnaðurin hjáq landinum verður tikin við, er skuldin ikki so stór, sigur Sigurð Poulsen.
Heldur ikki kommunurnar eru illa fyri, tær skylda kanska um hálva milliard.
- Tað, sum vit duga at síggja viðvíkjandi húsarhaldinum, eru tey heldur ikki illa fyri. Um vit sammeta okkum við onnur lond, so liggja vit um miðal sammett við OECD-londini, so tað fær ikki ávaringarlampurnar at lýsa. Heldur ikki vinnulívið sum so er illa fyri, tað hava verið onkrir partar, sum eru handlaðir seinastu árini, sum hava verið illa fyri. Men heildarmyndin er, at fíggjarstøðan er ikki so galin, sigur Sigurð Poulsen.
Hann metir tí, at útgangsstøðið at koma burtur úr kreppuni er hampiliga gott.

Lækkað sethúsavirði
Landsbankastjórin sigur, at virðið á føroysku sethúsunum seinastu árini er lækkað umleið fýra milliardir, men hetta hevur tó ikki so ovurhonds stóra ávirkan á sethúsaeigarar.
- Fyri nøkur fólk hevur tað ein týdning, og tað er hjá teimum, sum hava stóra skuld. Men fyri miðal húsarhaldini er skuldin ikki so stór, so hjá teimum hevur tað ongan praktiskan týdning. Tað merkir bara, at frívirðið er minkað, og fyri flestu fólk hevur tað ikki tann stóra týdningin, men hjá summum hevur tað, sigur Sigurð Poulsen.
Hann sigur, at árini 2008 til 2010 minkaðu útlánini í bankunum, meðan innlánini vuksu.
- Tað merkir, at fólk í stóran mun royndu at sleppa sær av við skuld. Men ábendingar eru sum nevnt um, at húsarhaldini aftur hava hug at brúka meiri pengar, og tað hevur eina positiva ávirkan á búskapin, sigur Sigurð Poulsen, landsbankastjóri.