Granskarin, David Arge Klevand Pedersen frá DTU Space, fer at halda almennan fyrilestur í Kongshøll um slóðbrótandi arbeiði sítt við rúmdartøkni
Føroyski serfrøðingurin í rúmdartøkni, David Arge Klevang Pedersen frá DTU Space, hevur av álvara verið í miðdeplinum í alheims miðlum, síðani NASA setti Perseverance Rover á Mars. Og nú kemur hann á Fróðskaparsetrið at halda fyrilestur.
Saman við Føroya Tele skipar Fróðskaparsetrið fyri almennum tiltaki um rúmdartøkni í morgin 7. apríl klokkan 16 í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn.
Vegna koronuleiðreglurnar er neyðugt at melda seg til tiltakið her.
##med2##
David Arge Klevang Pedersen fer at greiða frá slóðbrótandi arbeiði sínum undir heitinum, »PIXL onboard Perseverance - Searching for past life on Mars«.
Hann fer at røða um PIXL-myndatólið, sum filmar á Mars, og sum hann stóð fyri at menna og er við til at stýra av jørðini.
Fyrilesturin hjá Davidi verður hildin á enskum, men spurningar og svar eru á føroyskum.
##med3##