Í døgunum 9.-11. mai verður dystast um norðurlendska meistaraheitið fyri landslið í borðtennis. Kappingin fer fram í Maribo í Danmark, og við til hesa kapping vera sjey føroyskir borðtennisleikarar. Teir eru Fróði Jensen, Rakul Mikkjalsdóttir og Marin í Dali úr TBF, Hallur Thorsteinsson, Ragnar Egilsson og Rói Agnarsson úr TÓR, umframt Sheilu Strøm, sum í løtuni leikar við danska Team Nørreå. Menninir eru komnir í bólk saman við Danmark, Noregi og Finnlandi, meðan kvinnurnar eru í bólki saman við Danmark og Estlandi. Hetta eru sera sterk mótstøðulið, og hóast ikki øll hava valt at nýta sterkastu uppstilling, teljast Danmark og Svøríki millum fremstu borðtennistjóðirnar í Evropa. NM-kappingin verður samstundis seinasta uppgáva hjá norska landsliðsvenjaranum hjá Føroyum, Ole Christian Stenshorne. Eftir eitt hálvt ár í Føroyum fer hann nú aftur til Noregs, og kemur ikki heimaftur til Føroya við føroyska ferðalagnum.