Føroyskir eygleiðarar á ársfundi hjá CCAMLR

Saman við øðrum londum umhugsa Føroyar limaskap í felagsskapinum

Altjóða samstarvið, sum føroyingar eru við í, økist í hvørjum.

Seinast vóru føroyingar við sum eygleiðarar á 18. ársfundinum hjá CCAMLR í Hobart í Tasmania oynni í Avstralia, tað var um mánaðarskiftið oktober-november.

Tað var Kaj P. Mortensen, fiskivinnustjóri, og Mogens Holm Petersen úr danska uttanríkismálaráðnum, sum umboðaðu Føroyar á fundinum.

Føroyingar eru við, tí vit umhugsa limaskap í hesum felagsskapinum.

Annars eru 22 lond limir í hesum felagsskapinum og fleiri onnur, har ímillum Føroyar, eru antin á veg upp í, ella umhugsa at gerast limur.

CCAMLR er stovnaður í 1982 og hann umsitur eitt havøki uppá 33 milliónir ferkilometrar sunnanfyri 50 stig suður.

Serliga leggur felagsskapurin dent á dálking og at varðveitavistskipanina. Men hann ásetur eisini reglar fyri fiskiskapi, MLV (mest loyvdu veiði), kvotum, royndarfiskiskapi o.s.fr, eftir ráðum frá teirri vísindaligu nevndini hjá felagsskapinum

Tvs, at felagsskapurin kann samanberast NAFO og NEAFC í Norðuratlantshavi.

Á Fundinum hesuferð vóru nógv evni viðgjørd. Men ikki minst fekk tann ófráboðaði fiskiskapurin, m.a. eftir tannfiski, nógva umrøðu.

Mett verður, at yvir 10.000 tons í 1998/99.

Men á hesum fundinum varð fiski-fráboðanarskjalið fyri tannfisk, endaliga samtykt.

Heitt varð á limalondini og tey lond, har tannfiskur annars verður avreiddur, um at lata CCAMLR øll avreiðingarskjøl, og ikki at lata skip sleppa at avreiða, sum ikki hava fiski-fráboðanarskjal.

Samstundis varð samtykt, at fiski-fráboðanarskjalið skuldi fylgja við øllum fiski, sum er fiskaður í økinum, heilt frá skipinum, til avreiðingina, um søluliðið, og líka til tann endaliga keyparan.

Hetta er ein roynd at fáa tamarhald á øllum fiskiskapi, sum ikki verður fráboðaður og øll limalondini og samstarvslondini hjá CCAMLR binda seg til at hava eftirlitið við hesum reglum.

Og har reglarnar ikki verða fylgdar, er tað neyðugt at nokta skipum at avreiða.