Nevndin í Landsfelag Pensjónista
------
Landsfelag Pensjónista heitir við hesum á landsstýrið og løgtingið um beinanveg at hækka inntøkuna hjá lágløntum fólkapensjónistum.
Inntøkan hjá hópi av fólkapensjónistum í Føroyum er ov lág og liggur undir fátækramarkinum hjá OECD. Sambært Hagstovu Føroya lá inntøkan í 2009 (nettofólkapensjónin- og samhaldsfasti) hjá gott 41% av støkum fólkapensjónistum undir OECD fátækramarkinum. Føroyska fátækra-markið varð í 2009 ásett at vera 117.519 kr. t.v.s. 60% av medianinntøkuni, ið var 195.865 kr.
At fólkapensjónistar hava inntøku, ið liggur undir fátækramarkinum, merkir, at teir ikki hava møguleika at liva eitt vanligt gerandislív – teir hava ikki ráð at keypa vanligar gerandisvørur- og tænastur sum onnur í samfelagnum. Staðfestast má at inntøkan hjá fátækraraktum pensjónistum røkur ikki til t.d. internethald, fartelefonhald, televarphald, keypa gávur, at ferðast, hava bil v.m.
Hetta er støða, sum er órímulig, og er støða, sum má bøtast. Tí vit eiga at minnast til, at tað eru tey eldru, sum hava bygt upp okkara vælferðarsamfelag og sum hava uppiborið at fáa góð fíggjarlig kor á eldraárum. Landsstýrið og Løgtingið mugu syrgja fyri, at tey, sum nú eru vorðin eldri, fáa nóg mikið av peningi at liva av. At bøta hesa støðu mælir Landsfelag Pensjónista til, at útgjaldið úr “Samhaldsfasta” beinanveg verður hækkað við í minsta lagi 1.000 kr. um mánaðin.
Føroyskir fólkapensjónistar minni at liva av enn danskir fólkapensjónistar
Útrokningar hjá danska Skattaministeriinum vísa, at tøka inntøkan hjá minstu pensjónistum í DK ”enlig pensionist i lejebolig” fyri árið 2011 høvdu eina hægri inntøku aftaná skatt enn stakir fólkapensjónistar í Føroyum, ið bert hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av. Tøka inntøkan var heilar 660 kr. lægri um mánaðin.
Ikki bert er tøka inntøkan lægri hjá føroyskum fólkapensjónistum enn hjá donskum fólkapen-sjónistum, men vísa livikostnaðarkanningar, sum Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur, gjørdi í 2011, at livikostnaðurin í Føroyum er gott 14% hægri í Føroyum í mun til livikostnaðin í Danmark.
Útgjaldið úr “Samhaldsfasta” má hækka munandi
Í 2008 skipaði landsfelag Pensjónista fyri fundi við formenn í politisku flokkunum at viðgera lágu inntøkuna hjá fólkapensjónistum. Á hesum fundi søgdu fleiri formenn, herundir Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum, at útgjaldið úr Samhaldsfasta kundi hækka munandi og í hvussu er við einum túsund krónum um mánaðin – hetta tí at tey, sum blíva pensjónistar um 30 til 40 ár, hava so høga privata pensjón til ta tíð, at ikki er neyðugt at goyma so nógvan pening hjá “Samhaldsfasta” til útgjald til framtíðar pensjónistar. Men skuldu vit heldur syrgja fyri, at núverandi fólkapensjónistar kundu fáa eitt hægri útgjald – so teir kundu fáa meira pening at liva av. Úrslitið av hesum fundi gjørdist, at útgjaldið úr “Samhaldfasta” hin 1. januar 2009 ikki hækkaði við 1.000 kr. um mánaðin, men hækkaði úr 2.230 kr. upp í 2.500 kr. um mánaðin ella við 270 kr. um mánaðin.
Vónandi og væntandi hava Jørgin Niclasen og aðrir landspolitikarar ikki broytt hugsan í hesum fyri fólkapensjónistar sera prinsippiella álvarsmáli, so politisk stig beinanveg verða tikin til at hækka útgjaldið úr “Samhaldsfasta” heilt munandi.
Tórshavn, hin 19. mars 2012