Toymið handan eSport.fo hevur nú endaliga tikið avgerð um at avlýsa allar ætlanir um at skipa fyri nøkrum stórum gaming-tiltaki fyribils. Tað merkir, at einki eLan verður í fyrstu hálvu 2020.
Tískil kann væntast, at færri LAN/Gaming tiltøk vera í ár. Vanliga eru tiltøkini í apríl og oktober.
Toymið handan eSport.fo hevur síðani januarmánað hildið eyga við støðuni um corona-virus, og tí valdu fyrireikararnir tíðliga í ár ikki at seta eina dagfesting á størsta gaming-tiltakinum, sum er eLan.
– Støðan viðvíkjandi corona er versnað, og tí hevur løgmaður heitt á øll tiltøk við fleiri enn 100 luttakarum um at avlýsa ella útseta tey. Vit hava valt at fylgja tilmælinum, sigur Rúni Winther Johnsen, samskipari fyri eSport.fo.
Arbeitt verður enn við at hava eLan-tiltakið í seinnu hálvu í 2020.
– Okkara tiltak, eLan, hevur 200 luttakarar og 500 gestir upp á eitt vikuskifti, vanliga hýst í Tórshavnar kommunu.
– Í sambandi við finaluna í Elektron-deildini, sum eftir ætlan verður 2. mai, hava vit fund um støðuna hvørja viku, og koma vit við nyggjari kunning seinni í ár, sigur eSport.