Henrik Rothe er aðalskrivari í Det Danske Advokatsamfund. Felagið er ein partur av Nordic Lawyer Academy, sum skipar fyri ráðstevnuni. Henrik fegnast um, at ein slík ráðstevna verður hildin.
- Hetta styrkir um norðurlendska samstarvið. Vit standa sterkari saman í kappingini frá øðrum londum, um vit samstarva, sigur Henrik.
Tað verður lagdur stórur dentur á at menna fakligu vitanina hjá løgfrøðingunum við fyrilestrum.
- Vit hava fingið fólk úr norðurlondunum við hollari vitan at hava fyrilestrarnar. Fyrilestrarnar snúgva seg um trupulleikar, sum kunnu vera felags fyri londini. Eisini royna vit at leggja dent á altjóðagerðina, so at løgfrøðingavirksemið verður meira altjóða orienterað, sigur Henrik.
Rós til føroysku starvsbróðurnar
Henrik heldur ikki, at føroysku løgfrøðingarnir standa aftan fyri hinar, tá ið tað snýr seg um vitan og arbeiðslag.
- Føroyingar eru væl við, og teir hava heilt vist givið íblástur til hinar løgfrøðingarnar. Vit leggja eisini stóran dent á tað sosiala, so at vit kunnu fáa íblástur frá hvørjum øðrum. Norðurlondini líkjast nógv mentanarliga, og tað sæst eisini aftur í rættarskipanunum, sum eru sera líkar. Løgfrøðiliga mentanin líkist, og uppfatanin av, hvat er rætt og skeivt líkist eisini, tí at tað verður definerað av okkara mentan.
- Tó eru summir munir millum londini. Til dømis er lógin um arvarættin um at verða broytt í Danmark, soleiðis at børnini ikki longur hava endaliga arvarættin. Ein tílík broyting hevði helst verið torfør at gjøgnumført í Føroyum, tí at virði frá feudal-samfelagnum framvegis hanga við, so at familjan enn er í hásæti og hevur stóran týdning hjá tí einstaka, sigur Henrik.
Áhugaverdur løgmaður
Luttakararnir á ráðstevnuni fingu eisini møguleika at uppliva føroysku náttúruna og mentanina. Soleiðis fingu teir tvær flugur við eitt smekk. Henrik hevur ikki verið í Føroyum fyrr. Hann er sera væl nøgdur við túrin og ráðstevnuna.
- Fyrilestrarnir hava verið áhugaverdir. Serliga áhugavert var tað at hoyra tykkara løgmann (Jóannes Eidesgaard. Blaðm.) greiða frá um tykkara rættarskipan og politisku skipan.
Henrik vónar, at ráðstevnan verður afturvendandi, og at fleiri føroyingar fara at koma næstu ferð.