Partabrøv
Fyri fáum døgum síðani kundi Sosialurin endurgeva eina greinin - analysu - av partabrævinum hjá Atlantic Petroleum. Høvuðsniðurstøðurnar í hesari vóru, at leitingarloyvini hjá felagnum vóru væl og virðiliga undirmett. Ikki minst nú stór fund eru gjørd nærhendis føroyska markinum. Hartil varð mett, at føroyska felagið alt annað líka hevur ein greiðan fyrimun, um borast skal eftir olju á føroyskum øki. Og endaliga varð staðfest, at vantandi kurshækkingar higartil einamest stavaðu frá, at íslendski marknaðurin ikki er vanur við oljupartabrøv.
Tilmælið í greiningini var greitt. Potentielli kursurin var ikki 412, sum tá var galdandi, men 882! Og tað hevur sett ferð á handilin av føroyska virðisbrævinum í Íslandi.
Tvífaldað í eina viku
Síðani greiningin varð gjørd, er kursurin á partabrævinum hjá Atlantic Petroleum nærum tvfalduður. Bara mikudagin var lopið heili 41%, soleiðis at kursurin var komin upp á 804, tá marknaðurin læt aftur. Handlarnir við partabrævinum hava náttúrligt eisini upplivað eina stóra øking. Tá hesir hava verið mestir, hevur partabrævið umsett fyri 5,6 mió kr. um dagin.
Við stóra vøkstrinum hesar seinastu dagarnar, er eingin sum helst ivi um, at talan higartil hevur verið um framúr góða íløgu hjá teimum, sum hava sett pening í Atlantic Petroleum. Bara síðani seinastu partapeningshækkan hevur rentan verið 203%. Og tað er nú ikki so galið avkast innan fyri bara 13 mánaðir.