Føroyskir pengar í donskum filmi

BROTSMENN Í Danmark er nýggjur filmur komin fram, sum lýsir harðrenda lívið í undirverðini, júst sum var tað Tarantino og Scorsese í USA. Og tað eru føroyskir pengar, ið seta ferð á søguna. Skuldareyvin Søren Pilmark skyldar nevniliga einum harðrendum asfaltsføroyingi pengar



 

Birgir Kruse

Í donskum biohallum hevur filmurin "Blinkende lygter" gingið í eina viku. Hetta er fyrsti filmur sum Anders Thomas Jensen letur rulla. Tó, tá vit siga fyrsti, skulu vit taka tað við fyrivarni. 28 ára gamli Anders Thomas Jensen er einasti dani, sum tríggjar ferður upp í slag hevur verið í uppskoti at fáa tiltiknu Oscar-virðislønina. Tað var fyri stuttsøgufilmarnar "Ernest og lyset" í 1997, "Wolfgang" í 1998 og "Valgaften" í 1999. Í hesum triðja førinum eydnaðist. Danski Jensen eigur sostatt ein gyltan Oscar.

Umframt at hava gjørt hópin av stuttfilmum, hevur Anders Thomas Jensen eisini skrivað, ella medvirkað í søgunum, sum fleiri nýggir og stílskapandi danskir filmar byggja á. Teirra millum eru "Mifunes sidste sang" og "I Kina spiser de hunde". Í løtunu skrivar hann saman við Søren Kragh-Jacobsen handritið til filmin "Skagerak".

Ivaleyst hevur hesin evnaríki unglingi møtt føroyingum í Keypmannahavnska náttarlívinum ella kann henda í døkku undirverðini. Føroyingar, sum eta fisk og alt sum fyri er ? við skræðu! Harðrendir búllar, sum herja beint á og ikki smæðast fyri dirty tricks, tá skuldin skal inndrívast. So nú er at siga takk fyri síðst og dríva tað inn, sum hann eigur á. Føroyingurin hjá dananum. Skuldin skal gerast upp, tað er kjarnin í filminum "Blinkende lygter".

Høvuðsleiklutin í hesum nýggja filmi hevur Søren Pilmark. Hann er brotsmaðurin Torkild, ið skyldar "Føroyinginum" pengar. Ikki niðurlagda blaðnum, men harðrenda pengalánaranum úr Føroyum. Henda leiklut hevur Peter Andersson. Og so tyngjandi og balstýrin er hesin leiklutur, at eygleiðarar í Keypmannahavn, sum Havnar Bio hevur samband við, ráddu frá at taka filmin heim til Føroya, tá útleigufelagið ScanBox bjóðaði hann fram. Filmurin er rein provokatión, varð sagt. Tí verður hann ikki vístur í Havnar Bio.

Í Havnar Bio siga tey annars, at áhugin fyri donskum filmum er mest sum horvin seinastu árini. Okkurt bendir á, at danskir filmar ikki longur hava "sympati" millum føroyskar áskoðarar. Men undantøk eru. Teirra millum er fyrst og fremst Bille August og allir filmar hansara og so eisini teir báðir filmarnir "Breakin? the waves" og "Nattevagten", sum báðir gingu heilt væl, sigur leiðarin í Havnar Bio. Tað tykist sum Lars von Trier ið hevur gjørt "Breakin? the waves" hevur ein avmarkaðan, men avgjørdan skara av viðhaldsfólkum í Føroyum. Tí fara vit eisini at sýna nýggjasta film hansara "Dancer in the dark" á Listastevnu Føroya í august næsta ár. Kann henda, at vit vísa hann innan. Men í hvussu er eisini á stevnuni í august, sigur Louis Jacobsen í Havnar Bio.