- Hasin maðurin er ein lygnari.
Tað siga teir báðir portugisarnir, sum eftir einum mánað gjørdu av at fara í land av Suðringi, tí teir ikki fingu lønina, teimum varð lovað.
Tað var annars ein góður vinur hjá teimum báðum, sum hevði skaffað teimum kjans umborð á Suðringi, ein skipari, sum teir høvdu siglt við niðri í Portugal.
- Men eftir at teir komu umborð á skipið 30. juli niðri í Skotlandi, hava teir ikki fingið hýru, og tá málið so kom alment fram, fingu teir nakrar fáar krónur, men langt frá tí, teir høvdu fingið lovað, sigur Jan Højgaard.
Sambært fiskimannafelagsformanninum er hetta langt frá eitt eindømi, at útlendskir fiskimenn verða lokkaðir til Føroya, fyri síðani ikki at fáa ta hýru, teimum framman undan er lovað.
- Einki arbeiðsloyvi fyriliggur og einki uppihaldsloyvi er fingið til vegar. Bæði mynstringarlógin og sáttmálin hjá Føroya Fiskimannafelag eru brotin, og ikki fyrr enn politiið kemur upp í leikin, fáa menninir nøkur oyru útbetalt, men langt frá tí, sum sáttmálin ásetur, sigur Jan Højgaard.
Hann sigur, at hetta er ógvuliga óheppi.
- Hetta er í veruleikanum sami framferðarháttur, sum undirverðin brúkar, at lokka gleðisgentur til vestureuropeisku londini, sigur Jan Højgaard.
Keypa summarhús
Fiskimannafelagið tekur málið í størsta álvara.
- Vit hava vent okkum til løgregluna og til útlendingastovuna, eins og vit hava verið í samband við útlendingatænastuna í Danmark, sigur Jan Højgaard.
Hann sigur, at nú mugu føroysku myndugleikarnir taka seg saman.
- Hendir einki, fer alt út at flóta, og allur strukturur, sum er uppbygdur í samfelagnum, verður brotin niður. Vit mugu taka okkum saman og fáa lóggávuna í ordan, so fólk ikki koma soleiðis fyri, sigur Jan Højgaard.
Hann sigur, at tað tíbetur bert eru fáir reiðarar, ið føra seg fram á henda hátt.
- Men tað vísir seg, at tað er einki mark hjá teimum, ið byrja upp á hesa mannagongdina. Teir gjalda monnunum ein lítlan part av hýruni og stinga restina av pengunum í egnan lumma, og síðani verða teir kanska brúktir til at keypa summarhús fyri í øðrum londum. Føroyska samfelagið sær ongantíð hesar pengarnar aftur, sigur Jan Højgaard.
Gera alt
Í hesum førinum hjá hesum báðum portugisarunum, er talan um Suðring hjá Marner Lisberg.
- Nú verða so hesir báðir nolyddir at fara av landinum aftur, og tað er ein spurningur, um teir megna at dekka útreiðslurnar í sambandi við heimferðina. Eg vænti tað ikki, sigur Jan Højgaard.
Og Fiskimannafelagið ætlar sær ikki at sita hendur í favn í hesum máli.
- Vit fara at gera alt, sum vit kunnu, alt, sum lógin heimilar okkum til. So vóni eg bara, at um lógin ikki røkkur á økinum, so fara okkara politikarar at gera nakað við málið og forða fyri, at fólk verða soleiðis útnyttað. Tí tað kunnu vit sum samfelag ikki liva við, sigur Jan Højgaard.
Vit hava roynt at fingið orðið á Marner Lisberg, men hann er burturstaddur, og tað hevur ikki eydnast at fáa fatur á honum.