Føroyskir “Rolls-Roycar” í sjónum

- Afturmeldingarnar eru so mikið góðar, at alibátarnir hjá KJ verða róptir føroyskir “Rolls-Roycar”, sigur Jóannes Mørkøre.

 

Í løtuni er KJ Hydraulik í holt við eina tvíkilju, sum er bygginummar 50 í røðini hjá fyritøkuni á Kambsdali. Hetta er ein bátur, sum alifelagið Luna skal hava, og hesin verður liðugur og latin í juli.

 

Nøkur fá ár herfyri læt KJ ikki færri enn seks alibátar í einum ári, og tá hugsað verður um støddina á bátunum í dag, er eitt slíkt ár helst eitt tað størsta nakrantíð.

 

Í mai mánaði fór ein alibátur til Hetlands. Tað var stóra alifelagið Grieg Seafood, sum keypti bátin. Hetta var samstundis størsti alibátur, sum KJ nakrantíð hevur latið av hondum, 16 metrar langur og átta metrar breiður.

 

Hetta var ein vælútgjørdur bátur við stórum krana og spæli umframt “grid-haldara" ella koblingsplátuhaldara, sum tað verður rópt.

 

Í Hetlandi eru stóru alifeløgini, Grieg og Cook, sum bæði eru størri enn Bakkafrost, og KJ hevur bygt tvíkiljur til bæði hesi feløg.

 

Tað vóru teir báðir, stjórin í KJ, Ólavur Asafson Olsen og Ólavur Groth, sum eigur Sp/f Betongsaging, ið førdu stóru tvíkiljuna, sum sæst á viðheftu mynd, til eigararnar í Hetlandi. Ferðin úr Føroyum til Hetlands tók minni enn eitt samdøgur.

 

Jóannes Mørkøre, sum starvast á søludeildini hjá KJ, sigur, at fyritøkan fær nógvar fyrispurningar um tvíkiljur úr útlandinum, serliga úr Skotlandi, og í løtuni verður arbeitt við onkrum av hesum fyrispurningum.

 

- Tað eru nøkur ár síðan, at vit fingu sáttmála um okkara fyrstu tvíkilju til Skotlands, sum vit rópa hetta økið. Fyrst bygdu vit tvær tíðliga í hesi øldini, og síðan hava vit bygt tríggjar aftrat, soleiðis at tær nú eru fimm í tali.

 

Hann sigur, at afturmeldingarnar úr skotskum øki eru so mikið góðar, at alibátarnir hjá KJ um hesar leiðir verða róptir føroyskir “Rolls-Roycar”

 

Jóannes Mørkøre vísir á, at KJ eisini hevur bygt nakrar tvíkiljur til Íslands, og í november í fjør fór tann triðja og seinasta, sum var bygginummar 47, og hendan endaði í Reyðafirði.

 

KJ hevur bygt upp í fleiri tvíkiljur um árið, men so hvørt, sum alibátarnir eru vorðnir størri, betri útgjørdir og meira tekniskir, heldur hann, at einir tríggir ella fýra nýbygningar um árið er hóskandi.

 

- Sum dømi um, at uppgávurnar eru vorðnar størri, kann eg til stuttleikar nevna, at tað er meira hydraulikkur í einum stórum alibáti í dag, enn tað er í einum línuskipi, sigur Jóannes Mørkøre.