Sum heild eru føroyskir sjúklingar, sum verða sendir av landinum til Íslands at fáa serviðger, væl nøgdir við viðferðina, teir fáa har yviri.
Tað vísur ein kanning, Landssjúkrahúsið í Reykjavík hevur gjørt í eitt ár, frá juli í 2015 til juni í 2016.
Landssjúkrahúsið sigur, at allir føroyskir sjúklingar, sum vórðu til viðgerar har hetta árið, fingu eitt spurnarblað, har teir vórðu bidnir um at svara ymsum spurningum í sambandi við viðgerðina á sjúkrahúsinum.
Men teir vórðu eisini bidnir um at siga sína meining um umstøðurnar annars í sambandi við sjúkuferðina til Íslands, og eisini, hvørja meting tey høvdu av læknunum og øðrum heilsustarvsfólki, tey høvdu havt við at gera.
Úrslitið vísur, at sum heild eru sjúklingar nøgdir við næstan alt, ið hevur við sjálva viðgerðina, og sjúkrahúsið, at gera.
Eitt nú vóru 100 prosent av sjúklingunum sera væl nøgdir, ella nøgdir við viðgerðina, og tað vóru eisini allir sjúklingarnir, sum vóru tryggir við fakligu vitanini hjá læknunum. Tey eru eisini nøgd við upplýsingina tey fingu um viðgerðina.
Kortini er tað ein fjórðingur, sum sigur, at tað knípti at skilja alt heilsustarvsfólkið greiddu teimun frá, og tað eru eisini nøkur, ið fýlast á bíðitíðirnar
Hinvegin er ónøgdin størri við umstøðurnar á sjúklingahotellinum. Eitt nú eru tað bara eini 40 prosent, sum eru nøgd við matin á sjúklingahotellinum og nógv eru eisini ónøgd við tænastuna, tey annars fáa á sjúklingahotellinum.
Uttanlandstænastan á Landssjúkrahúsinum sigur, at hava gjørt vart við hesi viðurskiftini og at íslendingar hava tikið tað til eftirtektar, soleiðis at umstøðurnar nú batnaðar munandi.