Føroyskir sniðgevar í London

Á Funky Faroe Islands í London í farnu viku var nakað av tí besta innan føroyskan móta og føroyskan tónleik sýnt fram.

Tær fýra Elisa Heinesen, Jóhanna av Steinum, Barbara í Gongini og Guðrun Ludvíg vístu fram síni snið. Meðan Elisa Heinesen ikki hevði møguleika at vera í London hesar dagarnar, vóru hinar tríggjar har, og vit fingu orð á tær um Funky Faroe Islands, teirra snið og um hvat tær fáast við í løtuni.