Føroyskir spælarar halta aftaná elituni

Føroyskir fótbóltsspælarar eru langt frá so væl fyri kropsliga, sum elituspælarar úti í heimi. Bæði tá tað kemur til kondtión, skjótleika og eksplosivitet eru føroyskir spælarar munandi verri fyri enn yrkisspælarar uttanlands. Landsliðsvenjarin sigur seg verða skelkaðan av, hvussu illa summir føroyskir spælarar eru fyri


Føroyskir fótbóltsspælarar skulu venja meira miðvíst, um teir skulu standa mát við kropsligu førleikararnar hjá yrkisspælarum uttanlands.
Tað er niðurstøðan hjá Jógvani Martini Olsen, landsliðsvenjara, í eini grein í nýggja FSF-blaðnum.
Samanhangandi kanningar eru seinasta árið gjørdar av føroysku landsliðsspælarunum í fótbólti, og hesar kanningar staðfast turt og greitt, at stórur munur er millum ein føroyskan landsliðsspælara og ein franskan ella italskan landsliðsspælara.
Bæði tá tað snýr seg um konditión, skjótleika og ekplosivitet eru føroysku spælararnir verri fyri enn heimselitan.
Størsti munurin er í tí, sum verður rópt anaerobum eginleikum. Hetta sigur nakað um førleikararnar hjá spælarunum at arbeiða við maximalari orku í stutta tíð. Her eru føroysku spælararnir 30 prosent aftanfyri heimselituna, men á øllum økjum tiva føroysku spælararnir aftaná teimum útlendsku elituspælarunum.
 
Skelkandi
Kanningarnar av forminum hjá føroysku landsliðsspælarunum vísa, at tað er ymiskt, hvussu væl spælararnir eru fyri.
Eini 20 til 30 prosent av spælarunum eru í nøktandi venjingarstøðu. Eini 30 prosent eru ikki í nøktandi venjingarstøðu, og heili 40 prosent eru í vánaligari venjingarstøðu, tá tað verður samanborið við yrkisspælarar á hægsta stigi uttanlands.
- Tað skelkar meg sum landsliðsvenjara at síggja, hvussu stórt spennið er frá teimum, sum eru best fyri, til teir, sum eru ringast fyri. Her er munurin alt ov stórur, sigur Jógvan Martin Olsen í grein í FSF-tíðindi.
 
Gongdin skal broytast
Fótbóltssambandið ætlar sær ikki bara at staðfesta støðuna, og so einki gera við hana. FSF fyrireikar nú eina nýggja test-skipan, sum feløgini kunnu brúka til at kanna, hvussu teirra spælarar eru fyri kropsliga.
FSF hevur ognað sær útgerð til at gera hesar kanningar, og ætlanin er, at feløgini skulu umbiða kanningar frá FSF. Tá feløgini vilja hava sínar spælarar kannaðar, verða boð send eftir umboðum frá FSF, sum koma út til feløgini at testa spælararnar.
Ætlanin er, at hetta arbeiða skal verða afturvendandi, so at feløgini eisini fáa at vita, hvussu spælararnir taka seg fram, og hvørja ávirkan venjingin hevur á spælararnar.
- Eg eri vísur í, at taka vit av møguleikanum at brúka hetta amboðið í tí dagligu fótbóltsvenjingini, vilja vit síggja ein vaksandi áhuga hjá leikarunum sjálvum, og hetta vil økja um tilvitanina í at røkja og betra um sítt egna venjingarstøði, sigur Jógvan Martin Olsen.
- Vónandi kunnu allir partar taka lógvatak saman fyri at hækka stæðið munandi til frama fyri leikaran, felagið, landsliðið og føroyskan fótbólt, sigur hann.