Teir báðir Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Alvi Hjelm úr Ægir luttóku í morgun í 1500 metra frísvimjing á EJM í Poznan í Póllandi, og har svumu teir ávíkavist 16:13.45 og 16:38.38.
Tað skrivar svimjing.com.
Teir ruku beinanvegin eitt sindur afturum høvuðsfeltið, og Alvi so longur aftur meðan Óli stríddist við at fylgja við hinum, einar 2-3 kroppslongdir aftanfyri feltið, inntil hann eisini mátti sleppa.
Bestu tíðir hjá teimum eru ávíkavist 16:08.20 hjá Óla frá íslendsku meistarastevnuni í apríl, og 16:11.88 hjá Alva frá Danish Open í mars.
Fyribils sær út til at Óli verður nummar 17 og Alvi nummar 20, sí úrslitalistan her.
Eisini hevur Markus Joensen svomið 200 metra blandað.
Tað gekk heilt væl fyrstu løtuna, hann lá frammaliga í sínum riðli eftir firvald og rygg, men dragnaði so nakað í bringu og crawl, men hann varð kolldømdur.
Eyðbjørn Joensen hevur svomið 100 metra frísvimjing. Hann setti persónligt met 54.57 í mun til sína tilmeldingartíð á 55.13 frá NMU í Keypmannahavn í fjør. Tíðin rakk til eitt 59. pláss.
Á myndini er Eyðbirni Joensen og og hon er av svimjing.com