Føroyskir trúboðarar vístir úr Venesuela

Forsetin í Venesuela hevur givið boð um, at NTM trúboðarafelagsskapurin skal stinga í sekkin. Tað ber við sær, at føroyingar, sum hava arbeitt millum innfødd í tredivu ár, nú mugu taka seg aftur úr Venesuela

ÚTVÍSTIR FØROYINGAR

 
Trúboðarafelagsskapurin New Tribes Mission, NTM, sum fleiri føroyingar eru partur av, hevur frá forsetanum í Venesuela, Hugo Chavez, fingið boð um, at forsetin ikki vil hava felagsskapin at halda fram við sínum arbeiði í Venesuela, har NTM hevur arbeitt í meiri enn eina hálva øld.
                      Tíðindini hava seinastu dagarnar verið borin í altjóða fjølmiðlunum. Niðurstøðan hjá eygleiðarum er, at talan er um populistiskt tiltak hjá umstrídda forsetanum. Tað eru tveir mánaðir til kongressvalið í Venesuela, og forsetin heldur seg ivaleyst hava betri møguleikar fyri størri undirtøku, um hann spennir anti amerikanska bogan. NTM hevur tey seinastu árini gjørt nógv fyri at vinna sær altjóða profil, men felagsskapurin var í síni tíð stovnaður av amerikumonnum, og høvuðsskrivstovan er í Florida.
                      Føroyingar eru nógv uppi í NTM. Óli á Grømma Jacobsen úr Klaksvík er formaður í aðalnevndini, sum hevur ábyrgdina av 3500 trúboðarum, og í Venesuela arbeiða føroyingar í sambandi við NTM. Føroyingarnir hava tó allir verið heima, meðan politiski ágangurin er vorðin alt størri.
                      Føroyingarnir í NTM í Venesuela eru Dania og Símin í Túni, sum búgva á Toftum, Erla og Ingvard Petersen, sum í løtuni búgva í Havnini, og Jóhannes Frants Poulsen, sum í løtuni er í heimbygdini á Eiði. Símin fór til Venesuela í 1975. Síðani 2000 hava hann og familjan búð í Føroyum, men Símin hevur alla tíðina verið partur av Bíbliuumsetingararbeiðnum, og hann hevur fleiri ferðir tey seinastu árini verið í Venesuela.
 Jóhannes Frants Poulsen, sum hevur verið í Venesuela síðani í 1998, kom seint í summar heim. Ætlanin hjá honum hevur verið at steðga her inntil eftir ársskiftið. Erla og Ingvard Petersen komu heim mitt í summar. Ætlanin hjá teimum hevur verið at steðga inntil næsta summar.
                      Hugo Chavez er avgjørdur í, at NTM skal stinga í sekkin og fara úr Venesuela. Hann hevur tó lagt aftrurat, at talan skal vera um hampuliga framferð, og at NTM fólkini skulu fáa tíð at rudda upp eftir sær, áðrenn tey fara úr landinum.
                      Á Toftum fylgir Símin í Túni væl við í, hvat er at frætta úr Venesuela. Hann er formaður í NTM Føroyar nevndini, ið hevur sum mál at upplýsa um felagsskapin og eisini at vera millumlið millum føroyingarnar, sum virka í NTM høpi, og so samkomur og einstaklingar:
                      - Fyrst í vikuni ljóðaði, at guvernørurin yvir Amazonas økinum skuldi í kunngerð hava givið boð um, at hann vildi hava NTM fólkini at fara beinanvegin. Tá gav leiðslan í NTM í Venesuela boð um, at trúboðararnir beinanvegin skuldu gera seg til at flyta. Teir kundu bara hava rættuliga avmarkaðar nøgdir av viðføri við sær. Ingvard Petersen fór mánadagin úr Føroyum og til Venesuela. Tá vistu vit ikki, um tað fór at eydnast honum at sleppa inn í landið. Ørindini hjá honum eru at fara inn í Parima, har vit hava búð, og har átta føroyingar í 1988 vóru og bygdu okkum sethús. Nú er støðan ikki heilt so akutt, sum hon var fyrr í vikuni. Nú vísir tað seg, at tíðindini um, at guvernørurin skuldi hava givið boð um skjóta útvísing, ikki vóru sonn.
                      Hvussu sært tú upp á støðuna?
                      - Vit hava verið har í mong ár, og sjálvandi kennist tað svárt, at tað í løtuni ikki tykist vera møguleiki fyri at halda fram við arbeiðnum. Vit eiga nógvar vinir millum tey innføddu, og hóast vit eru komin væl ávegis, so høvdu vit vónað at hildið fram við arbeiðnum í nøkur ár afturat. Málið hjá NTM er at arbeiða fram ímóti at gera seg sjálvt arbeiðsleyst. Men so langt vóru vit ikki komin enn.
                      Hvat hugsar tú um?
                      - Málið hjá okkum er at boða gleðiboðskapin og at seta samkomur á stovn, sum tey innføddu sjálvi skulu hava ábyrgdina av. Vit hava kunngjørt gleðiboðskapin í hesum ættarbólkinum  seinastu fimtan árini. Í sambandi við verkið hava vit arbeitt nógv á heilsuøkinum, á sosiala økinum, á landbúnaðarøkinum og á skúlaøkinum. Hetta er heilt víst komið samfelagnum og indianarunum til góða, hóast eg væl kenni tey, sum halda, at arbeiðið hjá okkum er oyðileggjandi fyri primitivu fólkini. Arbeiðið hjá NTM hevur verið orsøk til, at mong eru bjargað undan sjúkum, sum tey annars høvdu verið deyð av. Millum tey innføddu harmast tey flestu um, at NTM nú skal gevast. Á sama hátt, sum vit eru vorðin góð við tey, so eru tey vorðin góð við okkum, staðfestir Símin í Túni.
                      Hann leggur afturat, at NTM í Venesuela týsdagin boðaði frá, at teir ikki ætla sær at pakka saman beinanvegin, men at teir ætla at bíða eftir nærri boðum frá myndugleikunum.
 
Ongar politiskar viðmerkingar
Orsøkin til orrustuna, sum venesuelski forsetin nú stendur á odda fyri, er, at ein amerikanskur sjónvarpsprædikumaður, Pat Robertsson, sum einki hevur við NTM at gera, í einari talu herfyri segði, at USA átti at syrgt fyri, at lívið varð tikið av Hugo Chavez. Hetta hevur rættuliga sett eld í, og um vikuskiftið tosaði forsetin um at heita á amerikonsku myndugleikarnar um at útflýggja sær henda Pat Robertsson!
                      - NTM í Venesuela hevur boðað frá í fjølmiðlunum har yviri bæði í stóru bløðunum og í sjónvarpinum at felagsskapurin tekur frástøðu frá tí, sum Pat Robertsson hevur sagt. Vit hava sæð sjónarmiðini, sum siga, at talan er um herferð móti USA, sum fyrst og fremst er grundað á veruleikan, at tað um tveir mánaðir verður val til lóggávutingið. NTM í Venesuela hevur saman við aðalnevndini í Florida avrátt, at vit ikki skulu gera viðmerkingar til annað enn arbeiðið, sum vit hava við at gera. Fyri nøkrum árum síðani hitti eg Hugo Chavez, og tá gav eg honum eitt Nýggja Testamenti. Tá hevði hann sera positivan hugburð til arbeiðið hjá okkum, men nú mugu vit staðfesta, at tað er øðrvísi.
                      Tað er eingin loyna, at katólska kirkjan, sum hevur ógvuliga stórt vald í Suðuramerika og eisini í Venesuela ikki hevur verið so fegin um arbeiðið hjá NTM. Símin í Túni hevur hitt biskupin yvir venesuelska partinum av Amazonas økinum, og nú hevur hann millum mongu útsøgnirnar úr Venesuela um spentu støðuna eisini sæð tað, sum hesin biskupurin hevur sagt:
                      - Hann sigur seg undrast á, at NTM nú so brádliga skal vísast av landinum. Biskupurin hevur víst á, at NTM arbeiðið í Venesuela ikki hevur verið so stórt tey seinastu árini, sum tað áður hevur verið, og hann sigur seg hava roknað við, at arbeiðið fór at minka uppaftur meiri. Hann hevur rætt í, at NTM er sinnað at taka seg aftur, tá ið tíðin verður mett at vera búgvin til tað. Ein alt størri partur av okkara arbeiði er tey seinastu árini yvirtikin av venesuelarum, sum arbeiða saman við NTM. Eg kann ikki ímynda mær, at tað skal bera til at vísa teimum av landinum. Men útlendsku NTM arbeiðararnir í Venesuela og tað vil eitt nú siga føroyingarnir mugu nú fyrireika seg at pakka, sigur Símin í Túni.
 
Ikki ókend støða
Aðalnevndarformaðurin og dagligi leiðarin í NTM, Óli á Grømma Jacobsen, hevur seinastu vikurnar verið í Føroyum. Hann sigur, at teir á høvuðsskrivstovuni í Florida hava mótmælt hjá Pat Robertsson og alment, at hann er komin við so ábyrgdarleysari almennari útsøgn
- Okkara fólk fylgja væl við, og eg verði fleiri ferðir um dagin kunnaður um støðuna í Venesuela. Eg luttaki í orðaskiftinum saman við teimum, ið hava við júst hetta torføra málið at gera, og vit hava álit á Gudi - eisini í hesum førinum. Tíverri eru tílíkar støður sum eitt nú føroysku trúboðararnir í Venesuela eru í, ikki ókendar fyri okkum. Í fjør var eitt nú neyðugt hjá okkum orsaka av borgarakríggi at flyta allar trúboðararnar burtur av Fílabeinsstrondini. Tá ið vit fara undir so víðgongt tiltak eru tað fleiri atlit, sum skulu takast. Eitt eru tey, sum skulu flytast og teirra næsta, eitt annað er missiónin, eitt sera týdningarmikið eru samkomurnar, sum vit fara frá, og so eru tað onnur viðurskifti sum t. d. bíbliuumsetingar, sum vit ikki eru lidnir við, sigur Óla á Grømma Jacobsen úr Klaksvík.
Judy og Óli á Grømma Jacobsen fara 25. oktober úr aftur Føroyum og yvir til Florida, har tey frá høvuðsskrivstovuni hjá NTM framvegis fara at fylgja við í, hvussu gongdin fer at verða í Venesuela.