Sunnudagin 15. mai framførir føroyska kórið Mpiri eina áhugaverda várkonsert við heitinum ?Ljós og vatn? í Kristkirken á Enghaveplads í Keypmannahavn. Á konsertini verða framførd løg av millum annað Eric Whitacre, Orlande de Lassus, Vagn Holmboe, Kára Bæk og Bjarna Restorff. Verkini lýsa vætu sum regn og sum tár og ársins gongd frá myrkur til ljós og vetri til vár.
Hetta várið hevur gestadirigenturin Lise Bjerno Christensen verið kórleiðari hjá Mpiri, og hon fer eisini at stjórna kórinum á konsertini.
Mpiri er eitt føroyskt kór við 15 sangarum úr Føroyum, Íslandi og Danmark, sum eru búsitandi í Keypmannahavn. Kórsins endamál er at framføra avbjóðandi tónleik, skapa fjølbroyttar konsertupplivingar og at verða við til at menna føroyskan kórtónleik. Síðani kórið varð sett á stovn í 1998, hevur tað umbiðið verk av fleiri enn 10 tónaskøldum, og kórið hevur havt framførslur í Norðurlondum, Týsklandi og Spania. Mpiri hevur gjøgnum tíðina samstarva við nógv ymisk kór og listafólk m.a. Saga Dance Company, Tarira, Doria, Teitur, Valravn og Eivør.
Konsertin er ókeypis og verður 15. mai klokan fýra í Kristkirken við Enghave Plads á Vesterbro í Keypmannahavn.