Yvirmenn, ið sigla við føroyskum skipum í frálandavinnuni eru illa fyri.
Teir hava nevniliga ongan sáttmála og hava tískil onga trygd.
Eitt nú eru teir ikki umfataðir av tryggingini, sum Skipara- og navigatørfelagið hevur.
Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagið sigur, at tey hava roynt nú í tvey ár at fáa sáttmála fyri yvirmenninar.
? Higartil hevur tað ikki so frægt sum eydnast at fáa samráðingar í lag.
?Men nú skal tað vera, tí at liggja í sáttmálaloysi longur, verður ikki góðtikið, sigur hann.
Hann sigur, at tað eru tvey ár síðani, at Skipara og Navigatør vendi sær fyri tveimum árum síðani til Reiðarafelagið Fyri Farmaskip og royndi at fáa samráðingar um ein sáttmála.
?Vit hildu, at tað var lættari, heldur enn at samráðast við hvørt reiðarí sær.
? Men felagið vísti okkum burtur, tí tey einstøku reiðaríðini vóru ikki limir í felagnum og tí hevði tað onki við málið at gera
? Reiðarafelagið Fyri Farmaskip vildi heldur hava málið útsett til tær vanligu sáttmálasamráðingarnar skuldu vera.
Formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagið sigur, at síðani vendu teir sær beinleiðis til reiðaríðini, men onki kom burturúr.
? Men tá ið tær vanligu samráðingarnar so vórðu, førdi Reiðarafelagið fyri farmaskip aftur einaferð enn fram, at skipini í frálandavinnuni vóru ikki limir í felagnum og tí kundu samráðingar ikki vera um tað.
Ellintur Abrahamsen sigur, at teir vildu ikki sleppa málinum, so teir bóðu ein einaferð um fund, hesuferð við tey einstøku reiðaríðini. Men tey bóðu eisini um samráðingar við Reiðarafelagið fyri farmaskip tí tey høvdu hoyrt graml um, at eitt skip var á veg undir føroyskt flagg og skuldi vera limir í felagnum.
Heilt burturvið
Ellintur Abrahamsen sigur, at fundur varð so avtalaður við tey einstøku reiðaríðini týsmorgunin.
? Men mánadagin kom ein áheitan úr Vinnuhúsinum á reiðararnar um ikki at fara á fundin, tí tað verður roynt at fáa teir upp í Reiðarafelagið Fyri Farmaskip.
Sostatt møttu bara fýra av reiðarunum upp og tískil kom onki burturúr.
Ellintur Abrahamsen heldur, at tað er heilt burturvið, at Reiðarafelagið Fyri Farmaskip soleiðis leggur seg út í samráðingarnar, sum felagið hevur víst frá sær í tvey ár.
Onga trygd
Ellintur Abrahamsen sigur, at sostatt liggur málið enn óloyst.
? Men støðan er ómetaliga óheppin hjá yvirmonnunum við hesum skipunum.
? So leingi teir ikki hava sáttmála, eru teir t.d. ikki umfataðir av frítíðarvanlukku- og lívstryggingini, sum Skipara- og Navigatørfelagið hevur gjørt, saman við hinum manningarfeløgum.
Harumframt hava teir sjálvsagt heldur ikki ta trygd, sum ein sáttmáli annars gevur.
Fáa 14 dagar
Ellintur Abrahamsen sigur, at Skipara- og navigatørfelagið hevur nú avtalað nýggjan fund um 14 dagar fund við teir fýra reiðararnar sum møttu til fundin týsmorgunin.
? Tá fara vit at royna at fáa allar hinar reiðararnar við eisini.
?Hin møguleikin er sjálvsagt, at Reiðarafelagið fyri farmaskip fær sáttmála við okkum um hesar yvirmenninar, áðrenn teir 14 dagarnir eru farnir.
Ellintur Abrahamsen sigur, at tey eru ikki sinnað at lata hetta draga longur út, tí nú skal ein sáttmáli gerast fyri yvirmenninar í frálandavinnuni.