Føroyskt er hótt – ikki danskt!

Dorit Hansen, lærari og ritstjóri
----
“Góða, kanst tú hjálpa mær. Eg dugi ikki at finna nakað í donsku bókini um hetta føroyska orðið.” Spurningin átti ein ung genta, sum var uppi í sølubúskapi fyri einari viku síðani. Uppgávan tók støði í heimligum jørðildi og snúði seg um søluátak hjá trimum føroyskum fyritøkum í Kili. Næmingarnir tyktust væl fyrireikaðir og sótu við tjúkkum lærubókum við síðuna av teldunum.
Men lærubøkurnar vóru á donskum, og fleiri næmingar viltust millum føroyskt orðaðu uppgávuna og danskt mæltu bøkurnar. Hetta hóast uppgávan greiddi frá fleiri føroyskum orðum. Millum annað fingu næmingarnir at vita, at føroyska orðið “mentan” (sum teir nokk ikki kendu) merkti “kultur” (sum teir kendu úr donsku bókini). Eg sat vakt hesa próvtøkuna og undraðist yvir støðuna.
Sama kvøld hoyri eg í útvarpinum miðnámslærara í donskum ávara ímóti, at danskt nú skal vera vallærugrein í miðnámi. Hetta var vandamikið, tí danskt er lykilin til hini norðurlondini og til veruliga vitan. Tað var, sum tveir veruleikar rendu saman við nátturðaborðið hetta kvøldið. Veruleikin at danskt er skriftmálið í føroyska miðnámsskúlanum, og veruleikin at dansktlærarar verja sítt starvsøki.
Sosialurin loftaði útvarpsinnslagnum, og oddagrein staðfesti, at “tey klóku ræðast danskt,” og mentamálaráðið “hevnir” seg inn á danskt við at gera lærugreinina til vallærugrein. Fyri ikki at taka lut í hevndarferðini, haldi eg áfram á donskum. Det er faktisk heller ikke så længe siden, at færøske avislæsere fik alle deres nyheder serveret på dansk.
Men det var selvfølgelig før avisredaktørerne besluttede at hævne sig på det danske sprog og isolere den færøske avisverden fra det nordiske sprogfælleskab. Resultatet er, at mens vores gymnasieelever læser danske tekster, der løfter dem op på et globalt vidensniveau, må de færøske avislæsere nøjes med provinsielle aviser, der isolerer os fra resten af rigsfællesskabet.
Det kan måske undre, at eleverne har svært ved at oversætte den danske viden til deres eget sprog. Men vi kan forestille os, hvordan det ville være, hvis dansk - også i resten af samfundet - var det dominerende skriftsprog. Hvordan ville det påvirke vores forståelse af færøsk politik, færøske samfundsforhold og verden generelt, hvis de færøske aviser var skrevet udelukkende på dansk?
Tíbetur situr tú við einum føroyskum blaði, men hví heldur tú, at tað er í lagi, at føroyskir miðnámsnæmingar í hesum døgum stríðast millum danskar tekstir og føroyskar próvtøkur? Hví hoyra vit ikki fleiri ávaringar um, at okkara pisur verða floygdar uttan at vera rótfestar í føroyskari jørð? Og hvussu kann nakar í fullum álvara halda, at vit fáa eitt snævurskygt og avbyrgt samfelag við at gera mun á móðurmáli og fremmandamáli?