Kristian Blak og Pauli í Sandagerði koma nú á franska fløgumarknaðin.
Franska deildin av heimsfyritøkuni Universal Music , ið er heimsins størsta, gevur út savnsfløgu við skandinaviskum tónleiki, ið kemur undir sonevndan world music.
Á fløguni eru tvær Tutl útgávur umboðaðar.
Tað eru fløgan Tonglabeiggi, har lagið ?Kvøld? eftir Paula í Sandagerði og Regini Dahl er við og fløgan Shaldur Gea, Tjaldursgjógv, hjá Kristian Blak har lagið ?Sum ein onnur terna? er valt út.
Trupult er at koma inn á franska marknaðin, men Nils Arge Gallan, nevndarlimur í Tutl, er komin í samband við umboðsmann, ið hevur fingið í lag samstarv við Universal.
Savnsfløgan verður fyri fyrst gjørd í 5000 eintøkum, men heildarsølan er mett at verða 30.000 eintøk.
Tutl upplýsir, at arbeitt verður við fleiri ætlanum, ið benda á sama bógv.