Innkrevjingarskipan
- Hetta er avgjørt ikki ein støða, sum vit eru nakað serliga stoltir um.
Somikið avgjørdur er stjórin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, tá vit fregnast fyri at vita, hvussu tað ber til, at tilmeldingarskjøl til donsku PBS-gjaldsskipanina nú verða send saman við tryggingaruppkrøvum.
Helst eru tað fleiri av lesarunum, sum hava undrast hesi donsku tilmeldingarskjølini, sum vit her í Føroyum annars kenna best frá, tá bilar og líknandi brúkslutir eru fíggjaðir umvegis donsk fíggingarfeløg.
Í stuttum er at siga um PBS-skipanina, at hetta er ein skipan, at gjaldarin loyvir einum innkrevjingarfelagið - í hesum føri PBS ? at taka peningin beinleiðis av einari navngivnari konto í peningastovninum. PBS syrgir so fyri, at peningurin verður goldin rættstundis og síðani avroknaður til viðkomandi fíggingarfelag.
Í Føroyum hava vit nú í nøkur ár havt eina líknandi skipan. Tann sonevnda V&T skipanin, sum alsamt fleiri virki hava nýtt. Millum annað Tryggingarfelagið Føroyar.
Ikki klár
Men hví hevur Tryggingarfelagið nú hálsa um til at nýta eina danska skipan, heldur enn tað føroysku, sum felagið sjálvt hevur átt lut í stovnsetanini og menningini av?
- Orsøkin er tann, at tað leingi hevur verið ætlanin, at føroysku peningastovnarnir og fíggingarfeløgini nú fara at skifta til donsku skipanina, sigur Mortan Poulsen.
- Fyri meira enn einum ári síðani fóru vit undir fyrireikingarnar at skifta okkara edv-skipan út, og longu tá fingu vit at vita, at í framtíðini fór tað at verða PBS- og ikki V&T-skipanin, sum skuldi nýtast til innkrevjingina.