Føroyskt á Hotel Føroyum

FØROYAKVØLD
Hans Kárason Mikkelsen

Hotel Føroyar skipar í hesum døgum fyri føroyskum kvøldi. Tiltakið er á skránni einaferð um vikuna. Tá ber til at fáa føroyskar serrættir á Hotel Føroyum hvørt mánakvøld frá klokkan 18:00.
- Hetta er eitt afturvendandi tiltak. Tað er væl dámt. Tað eru bæði útlendingar, sum koma at eta her, og føroyingar, sum hava vitjan av útlendingum leggja eisini leiðina forbí, sigur Birna Jacobsen, søluleiðari á Hotel Føroyum.
Endamálið við tí føroyska kvøldinum er at vísa útlendingum, hvat føroyingar hava at bjóða av føroyskum serrættum. Birna Jacobsen sigur, at tiltakið hevur verið væl vitjað á hvørjum ári.
Á matskránni er millum annað seyðarhøvd, ræst kjøt, turrur fiskur, spik, grind, og saltkjøt.
Tað føroyska kvøldið á Hotel Føroyum er eitt afturvendandi tiltak hvørt summar.