Føroyskt kebab til akureyringar

Eftir at hava hugsað seg um væl og leingi gørdi føroyska Rita Didriksen av, at lata upp eina kebabbúð í hjartanum av Akureyri. Nú tveir mánaðr seinni hevur undirtøkan verið munandi betri enn væntað

Undarligt, sum tilvildin ofta ger seg galdandi.
Vit vórðu innkvarterað einastaðni mitt á gongugøtuni á Akureyri. Luttóku á 6. NEATA-festivalinum, sum í ár varð hildin í høvuðsstaðnum uttan fyri høvuðsstaðin í Íslandi, Akureyri. Beint við síðuna av inngongdini liggur ein kebabbúð, men hóast leiðin ikki gekk inn har at fylla búkin, so fingu vit ríkiligt høvi at heilsa upp á. Tað lagaði seg nevniliga soleiðis, at morgunmaturin varð borðreiddur inni í kebabbúðini.
Vit vóru longu á Akureyri sunnukvøld, og festivalurin skuldi ikki byrja fyrr enn týsdag, so hjá flestu okkara beyðst ikki høvið at heilsa upp á innihavaran fyrr enn mikumorgun.
Og innihavarin – skuldi tað vísa seg – er rótføroysk: Rita Didriksen.
- Ja, sjálvt um eg eri fødd og uppvaksin í Íslandi, so eru bæði foreldrini føroysk, og eg sjálv sostatt eisini, sigur Rita Didriksen.
Hon hevur eisini búð alt sítt lív í Íslandi, men tað hoyrist als ikki á henni.
- Vit tosaðu føroyskt alla tíðina heima, og so vitji eg eisini javnan heima í Føroyum, sigur Rita Didriksen.
Hon er gift á Akureyri og eigur børn, og hennara dagliga starv er skúlalærari.
- Eg undirvísi mest í donskum, men eg havi í longri tíð gingið við tankanum um at lata upp eina kebabbúð á Akureyri, sigur Rita Didriksen.

Gongur væl
Tað hevur onkur hissini roynd verið gjørd at reka kebabbúð, men tað hevur sum oftast verið skjótt eftir seg.
- Eg haldi, at tað hevur verið ov illa skipa og alt ov tilvildarligt við tilfari og góðsku, sigur Rita Didriksen.
Sjálv hevur hon gjørt avtalu við tveir av stóru leverandørunum av lamba- og svínakjøti og hevur fingið eitt gott samstarv í lag við teir.
- Tað er av stórum týdningi, at hava góðar avtalur og gott samstarv við levarandørarnar. Tú mást lata eina javna og góða vøru, ella fær tú ikki kundarnar, sigur Rita Didriksen.
Hon tók so stigið, tá summarferian hjá skúlunum byrjaði, og hon er rættiliga ovfarin av, hvussu væl tikið er ímóti kebabbúðini.
- Tað hevur gingið yvir allan forvæntning. Nú er gamaní summarfrí og feriutíð, men vit hava havt nógv meira at gjørt, enn eg hevði roknað við, sigur Rita Didriksen.
Og oman á alt hetta fekk hon so morgunmat til tíggjutals fólk aftrat hesar fimm dagarnar NEATA-festivalurin vardi.
- Tað er jú rættiliga undarligt at hugsa sær, at eitt so framkomið land sum Ísland ikki hevur eina kebabbúð á hvørjum horni, men so er ikki, sigur Rita Didriksen.

Eingin kreppa
Tá tú soleiðis gongur runt í Íslandi er ilt at fáa eyga á, hvar kreppan herjar. Tað koyra framvegis stórir Landrover og Landcruiser runt í gøtunum millum Mercedes og onnur dýr merkir.
Heldur ikki millum manna merkist nøkur kreppa, og tá tú so kemur út í náttarlívið, er einki óført. Har manglar einki av nøkrum slag.
Og Rita Didriksen er púra samd í, at kreppa merkist ikki í landinum.
- Tað er so sera trupult at fáa fólk at arbeiða her hjá mær, og tað sigur mær so mikið sum, at tað neyvan kann kallast kreppa í Íslandi. Eg kann fáa onkur ung at hjálpa mær, men fólk yvir 24 ár eru ikki at uppdríva, sigur Rita Didriksen.
Sjálvt um kebabbúðin gongur sera væl, ætlar hon sær ikki at gevast við at undirvísa í skúlanum kortini.
- Eg havi fingið eina at standa fyri kebabbini, tá eg fari í skúla aftur, men eg komi sjálvandi at hava fingurin á pulsinum og verið her so nógv, sum starvið í skúlanum tilletur, sigur Rita Didriksen.
Um tað so ber til at siga, at hon heldur traditiónina viðlíka, at tað eru innvandrarar, sum lata upp kebabbúðir – tað er so ein onnur søga.