Føroyskt kompaní í Havn

Det Ferösche Compagnie, DFC, ger í hesum døgum sína triðju verkætlan. Hesaferð er talan um eitt norðurlendskt samstarv, har leikritið, Woyzeck, verður nýtt sum karmur um evni: Menniskjavirðið í norðurlendskum høpi.

Umframt Kristinu Sørensen og Kjartan Hansen úr DFC, er Hans Torgarð við úr Føroyum.

Úr Norra eru Trond Nedberg, ljóðdesignari og Ida Løken, sum tvær ferðir áður hevur verið í Føroyum við leikbólkinum Subfrau.

Leikstjórin Öllegård Groundstroem og tónleikari Magnus Lunell eru úr Svøriki.

Verkætlanin er serstøk á tann hátt, at leikarnir bert hava tvær vikur til at skapa eina framførslu.

Leikarnir hava vant einsamallir í eina viku, og síðani er leikstjórin komin uppí ta seinnu vikuna.

Við grundarlagi í leikritinum Woyzeck eftir Büchner, verður miðað ímóti, at skapa eina framførslu við sjónleiki, tónleiki, sangi og dansi á trimum málum.

- Ætlanin er, at finna eitt felags úttrykk, sum kann leggja lunnar undir einari størri verkætlan, sum skal spælast um øll

norðurlond.

Bert ein framførsla verður av Woyzeck ? Marie og hon verður á Tjóðpallinum 4. juni klikkan 19.30.