Í einum greinastubba um málstríðið, sum nú tók seg upp, setir Róland Waag Høgnesen mær hendan spurning: Er føroyskt mál í Danmark ikki minnilutamál, sum tú eigur at verja við sáttmálanum?
Svarið er jú. Eg síggi føroyskt mál sum mítt málsøki ? og tað uttan mun til, um tað verður talað í Føroyum ella aðrastaðni.
Ein føroyingur uttanlands er líka nógv ein partur av føroysku tjóðini sum ein føroyingur, ið býr í Føroyum. Og at føroyingar uttanlands tala føroyskt er minst líka týdningarmikið fyri varðveitsluna av okkara størsta mentunararvi sum tað, at føroyskt verður talað í Føroyum.
Tí er tað av størsta týdningi, at vit royna at tryggja føroyskum góð kor uttanlands.
Føroyskt eingi rættindi
Tann altjóða sáttmáli um mál, sum Danmark herfyri setti í verk ímóti okkara vilja, ásetir, at stjórnin sjálv kann velja at lýsa málini á sínum landøki sum antin minnilutamál, landspartamál ella almenn mál.
Tá sáttmálin varð settur í gildi, kundi danska stjórnin velja at lýsa føroyskt sum alment mál í Føroyum. Tað vildi hon sum kunnugt ikki. Tí hevur føroyskt í dag støðu sum landspartamál í Føroyum. Her eru 45.000 danir, ið tosa føroyskt. Og danska stjórnin helt hesar danir hava so nógv málslig rættindi frammanundan, at her var ikki tørvur á fleiri tiltøkum.
At føroyingar kravdu at fáa sítt mál staðfest sum alment mál og tjóðarmál, helt stjórnin sum kunnugt vera láturligt. Føroyska tjóðin er jú ikki til í altjóða rætti. Hvussu kann nakað tjóðarmál vera, har eingin tjóð er?
Viðvíkjandi føroyskum í Danmark, so kundi stjórnin velja at lýsa hetta sum eitt minnilutamál, og soleiðis tryggja tí góð rættindi í Danmark. Tað vildi hon heldur ikki. Føroyskt mál í Danmark ? sum eftir mínum tykki er eitt ?minnilutamál? ? er als ikki vart av sáttmálanum.
Tað var bara týskum í suður-slesvík, stjórnin valdi at geva støðu sum minnilutamál, og harvið tey rættindi, sum fylgja við tí.
Havi reist málið
Tá Føroyar gerast sjálvstøðugar, verða vit til sum tjóð í altjóða høpi. Tá nýtist okkum ikki at dúva uppá, at danir hjálpa okkum. Tá fáa vit sjálvi amboðini í hondini. Tá kunnu vit sjálvi tryggja føroyskum støðu sum tjóðarmál. Og tá skulu vit, eftir mínum tykki, gerast sjálvstøðugur partur av hesum sáttmálanum.
Tá verður danskt minnilutamál í Føroyum, og tess rættindini skulu eftir mínum tykki tryggjast við sáttmálanum.
Á sama hátt skulu vit við sáttmálanum tryggja rættindini hjá føroyskum í Danmark.
Men hóast føroyingar sum er ikki hava myndugleika at gera stórvegis við hetta, so eiga vit kortini at gera tað, vit kunnu.
Eftir at danska stjórnin hevði skúgvað bæði løgting og landsstýrið til viks, og noktað at lýst føroyskt sum tjóðarmál, sendi eg tí danska mentamálaráðharranum eitt drúgt bræv, har eg m.a. setti henni hesar spurningar:
- Hvat hevur tú gjørt fyri at virka fyri, at eitt av teimum málum, tú sum danskur mentamálaráðharri umboðar ? føroyskt ? fær eina góða rættarstøðu?
- Hvat ætlar tú at gera fyri at tryggja føroyskum eina góða rættarstøðu?
- Í hvønn mun sært tú tað sum tína uppgávu at tryggja føroyskum máli eina rættarstøðu, sum er í samsvari við tann mentanarliga veruleikan?
- Danir í Føroyum hava ógvuliga víðfevnd málslig rættindi ? og soleiðis vilja vit, at tað eisini skal vera framyvir. Hvat ætlar tú at gera fyri at tryggja føroyingum í Danmark málslig rættindi?
Eg sendi henni brævið hin 1. september, men havi framvegis ikki fingið svar.
Meira havi eg ikki gjørt higartil, Róland. Men so skjótt svar kemur, skalt tú frætta meira um, hvat hendir í málinum.
Vinarliga
Tórbjørn Jacobsen,
landsstýrismaður