Føroyskt mál ørkymlar næmingar

Fleiri næmingar og lærarar í framhaldsdeildini kæra seg um, at tey skiltu ikki øll orðini, sum nýtt vórðu í uppgávunum, tá næmingar vóru til roynd í greiðslurokning í vikuni

Bæði næmingar og lærarar í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum hava kært seg um, at tey hava havt trupulleikar av at skilja øll orðini, sum brúkt vórðu í uppgávunum, sum næmingarnir fingu til royndina í greiðslurokning, sum var hildin í skúlunum kring landið mánadagin. Úr Mentamálráðnum verður sagt, at orðini eru øll at finna í lærubókunum, sum brúktar hava verið síðan 1993.
Tá næmingarnir mánadagin sórtu við royndarborðini, kom orðið »farmynd« fyri í onkrari uppgávu. Fleiri teirra, sum skuldu loysa uppgávuna, kendu als ikki hetta orðið, og fingu trupulleikar av hesum. Fólk gjørdust ótrygg, og onkur royndi at gita seg fram til hvat hetta kundi merkja. Tað kann so í ringasta føri elva til, at næmingurin ikki hevur loyst uppgávuna rætt við teirri avleiðing, at hann missir stig í dømingini av uppgávuni. Og hóast onkrir næmingar høvdu orðalista við, funnu teir ikki orðið »farmynd« í hesum listanum.
Eisini onkrir lærarar hava kært seg um, at slíkt orðalag, sum ikki øll skilja, verður brúkt í slíkum førum. Betri hevði verið, heldur onkur lærari, at brúkt tey altjóða orðini, sum vanlig hava verið fyrr, heldur enn slík serføroysk orð, sum fólk ikki kenna, tí tey ikki dagliga verða nýtt.
Ein lærari, Sosialurin hvur tosað við, sigur, at honum er greitt frá aftan á royndina mánadagin, at orðið merkir »diagram«, sum vanligt annars hevur veriða t brúkt í lærugrein sum rokning/støddfrøði.
Móðurmálsorðabókin hevur orðið, men har verður tað lýst við danska orðinum »kurve«, sum hesin lærarin ikki heldur vera tað sama sum »diagram«.
Tað er ein bólkur undir Mentamálaráðnum, sum ger uppgávurnar til hesar royndirnar.
Í hesum bólkinum sita fólk, sum hava royndir við undirvísing í fakinum, eins og fólk, sum hava skrivað bøkur til undirvísingarbrúk, sigur Janus Jensen á Mentamálaráðnum.
Hann undrast eitt sindur á, at tað skal koma fyri, at fólk ikki kenna orðini, sum brúkt verða. Í hesum serstaka førinum orðið »farmynd«. Tí tað stendur í bókunum, sum brúktar hava verið í undirvísingini síðan 1993, vísir hann á.
Hann sigur eisini, at abeitt verður í løtuni við einum orðalista, sum skal fáa júst slíkar misskiljingar av vegnum.
Uppgávurnar verða allar dømdar í felag, tá royndin er liðug. Tað eru eisini roynd fólk, sum gera tað, sigur Janus Jensen.
Um tað so vísir seg, at ein afturvendandi trupulleiki er at síggja í uppgávunum, sum latnar eru inn, verður sjálvandi hugt at, hvørjum hann kann stava frá. Eitt nú einum orðið, sum fólk ikki hava skilt. Og so verður støða tikin hareftir, sigur hann.