Tað verður ofta sagt, at jú minni samfelagið er, jú meira fer fram av kynsligum ágangi móti børnum og ungum.
Hetta vísir eisini ein kanning, sum sálarfrøðingurin Tóra Petersen gjørdi fyri nøkrum árum síðan millum 8. floksnæmingar.
Hon spurdi 687 næmingar, og av teimum høvdu 36 verið fyri kynsligum ágangi. Hetta svarar til 5,5 prosent.
Sama kanning varð gjørd í Danmark , Íslandi og í Litava, somu spurningar. Í teimum londunum vóru tølini væl lægri.
Undirtøkan fyri kanningini var góð, tí allir næmingar uttan tveir svaraðu.
Nógv annað kann lesast út frá kanningini, eitt nú hvussu nógv børn hava upplivað harðskap í familjuni, upplivað at verða forsømd og svikin, happing, og okkurt barn varð bukað.
- Eg kann ikki siga, um tølini eru tey somu fyri 7. og 9. flokk, men eg giti, at tað er tað sama, segði Tóra Petersen.
Hon helt eisini, at kanningarúrslitini kunnu vendast á. 80 prosent av næmingunum høvdu ikki verið úti fyri nøkrum.
- Vit vóna sjálvandi, at talið kemur upp á 100 prosent.
Ymisk eyðkenni
Hon nevndi eyðkennini hjá føroysku børnunum, sum ikki høvdu tað gott. Tað vóru eyðkenni sum ótti, tunglyndi, at hava ilt í búkinum, ilt í høvdinum, at vera svimbul, lágt sjálvvirði, sjálvmorðstankar, einsamøll og ólukkulig, ringan matarlyst og ymisk sløg av gremjingum.
- Eyðkennini kunnu benda á misnýtslu, men tað nýtist ikki vera tað.
Summi hava okkurt ekstremt sum til dømis ikki at kunna eta okkurt ávíst.
Tað verur stundum lagt út fyri at vera depressión, men tað kann vera annað.
Tað eru eyðkenni sum at víkja frá tonkum og kenslum, ikki at minnast, ikki at luttaka í nøkrum, megna ikki at elska o.a. Summi sova illa, eru uppi at koyra, eru erkvisin og kløkkast lætt.
Børn við slíkum eyðkennum kunnu vera so illa fyri, at tey megna illa at ganga í skúla.
- Øll gransking sigur, at tað ger mun at hjálpa, og jú fyrr jú betri, og bíligari verður tað fyri samfelagið, segði Tóra Petersen.