Føroyskt pass ? einki annað

Vit eru føroyingar, serstøk tjóð, verður sungið og viðhvørt reypað. Tó eru vit ikki meira serstøk tjóð, enn vit higartil ikki hava havt okkara egna samleikaprógv ? okkara pass ? sum vísir, at vit eru føroyingar.

Hitt grøna passið, sum nú knappliga kallast hitt føroyska passið, er hvørki fuglur ella fiskur. Kortini stendur orðið »føroyingur« í tí. Men nakað føroyskt pass hevur tað aldri verið og verður aldri annað enn eitt danskt pass, sum kann brúkast av føroyingum. Eins og tey gomlu koyrikortini, sum nú móti endanum hava verið donsk koyrikort, sum bara føroyingar fingu og brúkt. Danir brúka ES-koyrikort. Og á sama hátt er við føroysku pyntipeningaseðlunum, sum eru danskir peningaseðlar, gjørdir av danska tjóðbankanum til brúks í Føroyum. Teir eru púra óneyðugir. Matadorpeningar. Eingins um helst orsøk hevur nakrantíð verið at brúkt teir. Føroyskir eru teir so ikki, og vit fáa ikki føroyskar peningaseðlar fyrr enn vit hava føroyskan tjóðbanka.

Men úrmælingurin av Oyri náddi at skapa ein imagineran trupulleika, áðrenn hann fór frá sum løgmaður. Knappliga vildi hann vera við, at grøna passið voldi føroyingum ómetaligar trupulleikar, hóast hetta als ikki passar. Og sum trøll úr eskju sprakk hann upp við tí reyða ES-mirakulpassinum í hondini. Hetta skuldi loysa allar trupulleikar føroyinga. Men í hesm passi stendur, at eigarin er dani og ES-borgari. Nú sigur passið beinleiðis ósatt. Føroyingar, sum búgva í Føroyum, eru jú ikki ES-borgarar. Ikki tí, hóast størsta ynski Edmunds er at fáa Føroyar inn í ES, sum eina danska blindgørn, so at vit eins og danir, geva alt sjálvstýri frá okkum, so er framvegis stórur meiriluti her á landi fyri, at Føroyar halda seg uttan fyri henda stórtýska felagsskap, hinum Fjórða Ríkinum, um tú vilt.

Men hesin »trupulleikin«, sum als ikki er til, verður loystur av sær sjálvum, møguliga innan eitt ár ella so. Í núverandi samgonguskjali stendur klárt og greitt, at føroyska ríkið skal stovnast um stutta tíð, hetta merkir eisini føroyskan heimarætt, og við føroyskum heimarætti er eitt veruligt føroyskt pass ein sjálvfylgja.

Sjálvsagt talar Høgni Hoydal at, tá støðugt fleiri føroyingar nýta eitt fyri føroyingar ólógligt pass, og sjálvsagt vil hann steðga hesum vitloysi Tað skal vera mín vón, at hann um stutta tíð verður Føroya fyrsti uttanríkismálaráðharri, so at vit fáa skil á við-urskiftum okkara við útheimin.

Og lat tað so verða sligið fast, at tað er púra líkamikið, um komandi føroyska passið verður morreytt við grønum prikkum ella hvat tað nú verður. Bara tað er føroyskt, umboðandi ein borgara í føroyska ríkinum, og hann kann væl vera kinverji ella suðurafrikani, bara hann hevur føroyskan ríkisborgararætt. Liturin hevur einki at siga.

Á sama hátt við stuttu brókunum hjá oyradronginum. Tær verða ikki meira føroyskar av at vera í litfarnum føroyskum litum.


Arnbjørn R. Thomsen