Handverk
Arbeiðið at byggja hjálparskipið, sum reiðaríið Thor í Hósvík hevur sáttmála við Skála Skipasmiðju um, gongur sum ætlað, og í hesi vikuni verður stevnið sett á skipið.
Tað eru 40 póllendingar, sum flestu eru royndir í stálarbeiði, ið burturav arbeiða við hesum skipasmíði, og føroysk arbeiðsmegi er bert í lítlan mun við.
Dánjal Andreassen, fyrisitingarleiðari á Skála Skipasmiðju, sigur, at hetta er eitt byggiarbeiði, sum skal ganga skjótt fyri seg, og longu í juni skal skrokkurin standa liðugur.
- Føroyingar luttaka bert í smærri arbeiðum í sambandi við byggingina, og eitt nú hjálpa okkara menn til at boyggja plátur og annað fyrifallandi, sum kann stytta um tíðina.
Í søguna
Dánjal sigur, at veruleikin er, at føroyskt skipasmíð er við at fara í søguna.
- Vit hava einar 12 mans eftir, sum í sínari tíð vóru við til at smíða skip, men hesir eru flestu komnir nakað upp í árini. Tí er tað bara ein spurningur um tíð, nær hetta handverk fer í søguna – um ikki okkurt hendir.
Hann vísir á, at tað hevði komið væl við hjá Skála Skipasmiðju og føroyskum skipasmíði, um teir fingu onkran sáttmála aftrat nakað skjótt.
- Hetta kundi verið við til at lagt nýggjar lunnar undir føroyskt skipasmíð, sigur hann.
Dánjal leggur dent á, at slík skipabygging, sum hon, ið Skála Skipasmiðja nú hevur í gongd, als ikki hevði komið upp á tal við teirri manning, sum skipasmiðjan hevur.
- Skalt tú vera kappingarførur, er neyðugt, at arbeiðið verður fingið frá hondini skjótt, væl og fyri ein kappingarføran prís. Alt annað er óhugsandi, sigur fyrisitingarleiðarin.
Liðugt í oktober
Hjálparskipið, sum Skála Skipasmiðja smíðar til Thor, verður 55 metrar langt.
- Sum nevnt, skal skrokkurin verða liðugur longu í juni, og alt arbeiðið frá okkara síðu skal verða liðugt hálvan oktober.
Dánjal Andreassen sigur, at tá skal skipið verða liðugt á tann hátt, at tað kann góðkennast og sigla. Soleiðis skal alt tað mekaniska og allur el-útbúnaður verða liðugur.
- Síðan fer skipið av landinum til sandblásing og máling, og hetta verður helst gjørt í eini stórari høll i Hirtshals.
Hann sigur, at føroyska veðurlagið er ikki nóg gott og støðugt til slíkt arbeiði uttandura.
- Tí má hetta gerast uttanlands, sigur fyrisitingarleiðarin, Dánjal Andreassen.
Stór skip
Á Skála Skipasmiðju hevur annars verið hampiliga fitt av arbeiði í longri tíð, men í seinastuni hevur verið heldur minni at gera.
- Vit hava havt einar tveir og tríggjar stórar russarar her inni, og onkur hevur verið uppi í dokkini. Teir gera nógv sjálvir við skipini, men nakað er so fallið av til okkum. Teir hava eisini keypt hjá okkum og hava leigað amboð her, sigur Dánjal.
Hann vísir á, at tann eini russiski trolarin, sum teir høvdu uppi í dokkini, er 120 metrar langur.
- Hetta er eitt rættiliga stórt skip, og undir slíkum umstøðum er torført at arbeiða upp á skipið uttanborða, tí tað fyllir so nógv í dokkini, leggur hann aftrat.
Mánadagin fór Skála Skipasmiðja eisini undir at skifta motorin á einum íslendskum brunnbáti, sum breyt motorin, meðan teir arbeiddu í Føroyum.