Føroyskt vinnulív

Føroyski búskapurin hevur seinasta tíggjuára skeiðið verið fyri stórum broytingum. Samfelagið fór úr djúpari kreppu til eina støðu nú, har tosað verður um ovurhiting av búskapinum, og útlendskur kapitalur byrjar at koma inn aftur í samfelagið. Hettar hava vit eitt nú sæð í alivinnuni. Ymiskt er hvussu vinnulívið hevur hilnast hettar tíðarskeiðið. Nógv feløg fóru á húsagang, tá kreppan leikaði harðast á, meðan onnur konsolideraðu seg og standa kanska sterkari eftir kreppuna.

Í áttatiárunum vóru fleiri útlendsk feløg virkin í Føroyum, millum annað í byggivinnuni. Tað er ivaleyst gott, at vinnan fær íblástur og kapping uttaneftir, men ansast má eftir, at eigaraviðurskiftini eru greið, soleiðis at tað er greitt hjá borgarum og myndugleikum, at talan er um føroysk feløg, um tey rópa seg tað. Spurningurin er so, hvussu eitt føroyskt felag verður definerað. Í alivinnuni er norskur kapitalur innkomin. Vinnumálastýrið hevur verið í tinginum við uppskoti um at loyva upp til 49% av útlendskum partapeningi. Skal hettar so skiljast sum, at um 51% av partapeninginum er føroyskur, so er talan um eitt føroyskt felag? Kann man fara so langt sum at siga, at bara tann dominarandi partaeigarin er føroyskur, so er talan um eitt føroyskt felag?


Ivasamt er, um tal av føroyskum parteigarum er eitt gott mát. Ein kann hugsa sær eina støðu við 1000 føroyskum partaeigarum, ið eiga eina krónu í part, meðan ein útlendskur partaeigari eigur eina milliónaupphædd. Spurningurin er, um eitt slíkt felag hevði kunnað verið flokkað sum føroyskt.


Íslendarar hava altíð ansað sera væl eftir, at íslendska fiskivinnan hevur verið hildin á íslendskum hondum. Føroyingar eiga at gera upp við seg sjálvan, hvat vit vilja, og hvussu vit tilrættisleggja føroyskt vinnulív. Tað er ivaleyst skilagottt at skilja ímillum vinnur. Eitt nú fiskivinna er eitt tilfeingi, ið føroya fólk eigur, og tí eigur ivaleyst at vera farið sera varisliga fram viðvíkjandi útlendskum kapitali, meðan aðrar vinnur sosum eitt nú tænastuvinnur kundu kanska fingið gagn av útlendskum íløgum.


Diskussiónin um hvussu eitt føroyskt felag skal definerast er relvant fyri allar vinnur, og ikki minst nú ein oljuvinna stendur fyri durum. Tosað hevur verið í fiskivinnuni um útlendskar kreftir, ið keypa fiskiloyvir við føroyskum frontfigurum. Veitaravinnan og oljuvinnan verða vinnur, har útlendskur kapitalur er neyðugur, men greitt má vera fyri myndugleikum og borgarum, hvørji áhugamál standa aftanfyri. Vónandi fáa vit eitt mennandi kjak um hvussu føroysk feløg skulu definerast, so at ongar misskiljingar verða í føroyum og ikki minst uttanlands. Vónandi fer føroysk fiskivinna, vinna annars og oljuvinna at vera frí fyri sokallaðum strámannavirksemi, har roynt verður at vinna frammihjárættindi sum føroyingur uttan at føroysk áhugamál verða umboðaði.