Tað er sera vanligt, at fólk geva eina bók í jólagávu. Tað merkist eisini væl hjá bókahandlunum, at tað eru jól. Leikalund í Klaksvík hevur havt góða sølu hesi jólini, og tað vóru tær føroysku bøkurnar, sum seldu best.
”Lívsbardagi á Kappanum” hevur ligið undir mongum jólatrøum í ár. Eisini seldi ”Júst í Túni”, ”Lætt & Leskiligt”, Skakandi tilburðir” og ”Ziskatrøðbrekkan” væl. ”Jana – eitt hjartabarn” er útseld hjá Leikalund í Klaksvík.
Tey frá Leikalund merkja sera væl á søluni, at tað eru jól. Tey seinastu 2-3 árini hevur sølan verið sera góð á jólum, og soleiðis var eisini í ár.