Í 2003 sungu ein føroysk og ein íslendsk barnastjøna eina duett. Still Friends kallaðist sangurin, sum Brandur Enni og Jóhanna Guðrun spældu inn. Tey høvdu eisini framførslur í Føroyum og í Íslandi.
Johann Guðrun upplivdi í sambandi við framførlsurnar, at í Føroyum var munandi meira lív í til hennara framførslur.
- Tað var stórur munur á at syngja í Føroyum og Íslandi. Í Íslandi eru fólk reserverað, og tey klappa spakuliga. Í Føroyum vóru børnini nógv lívligari, og øll vildu toga í meg. Tað var stuttligt, sigur Jóhanna Guðrun.
Syngur kring Europa
Jóhanna Guðrun er nú 20 ára gomul og framvegis nógv frammi sum songkvinna. Í 2009 var hon nummar 2 í altjóða Eurovision kappingini, og tað hevði við sær, at hon varð nógv umbiðin til framførslur kring Europa. Jóhanna Guðrun var eisini við í Eurovision í Íslandi í ár, men hon vann ikki kappingina hesaferð.
Jóhanna Guðrun arbeiðir nú við nýggjari útgávu, og umframt at virka sum sangari, undirvísur hon eisini fólki í sangi.
- Eg havi bæði vaksin fólk og børn, sum fáa undirvísing í sangi frá mær. Eg havi sjálv sungið, síðani eg var smágenta, og eg havi eisini tikið skeið í sangi, so eg fái lært frá mær, sigur hon.
Myndatekstur:
Jóhanna Guðrun gjørdist kend kring Europa, tá ið hon gjørdist nummar tvey í Eurovision sangkappingini i 2009