Fyri nøkrum vikum síðani varð fakfestivalur á Sjómansskúlanum í Havn fyri føroyska fjølmiðlaheiminum. Stórur partur av landsstýrismanningini var til staðar, og millum røðararnar á festivalinum var landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni. Í stuttari viðmerking nevndi hann tá, at framleiðslan í føroyska blaðheiminum tyktist vera ov stór, tá hugt varð at góðskuni í somu bløðum.
Bløðini slaka við góðskuni
Spurdur, hvat hann ítøkiliga meinti við hesi útsøgn fyri nøkrum vikum síðani, heldur mentamálaráðharrin fast við, at við eini skerjing í hópframleiðsluni hevði støðið hækkað munandi.
- Sogið í føroyska blaðheiminum er í løtuni alt ov tunt. Hetta er tengt at mongu útgávunum, sum hvørja viku eru á skránni hjá stóru bløðunum, og tá kann tilfarið ikki gerast nóg gott, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann undirstrikar, at hann als ikki ynskir at vera negativur yvirfyri føroyska blaðheiminum, men vil hann heldur vísa á, hvussu góðskan í størri mun kundi verðið sett í hásætið, um farið varð frá núverandi fimm útgávunum og niður í eitt lægri útgávutal.
- Tá eitt so lítið samfelag framleiðir so nógv tíðindatilfar, kann úrslitið ikki vera betri, enn tað er, og tískil skuldi verðið umhugsað at skorið niður í framleiðsluni, heldur landsstýrismaðurin í mentamálum. Hann heldur tað vera ein náttúrlig niðurstøða, at bløðini høvdu verið betri, um framleiðslan minkaði.
Spurdur, um fíggjarliga ikki er veruleikafjart fyri bløðini, heldur Jógvan á Lakjuni fast um, at bløðini kunnu gerast betri.
- Hóast tað møguliga botnar í fíggjarligum viðurskiftum, har bløðini noyðast at útvega neyðugu inntøkurnar, verður tað eftir mínum tykki slaka á økinum, sum viðvíkur blaðgóðsku, slær Jógvan á Lakjuni fast.
Saknar útbúgving
Í framhaldi av hesum vísir Jógvan á Lakjuni á, at politiski myndugleikin sjálvsagt ikki kann blanda seg í, hvat privatu bløðini gera, og tískil er talan bert um hugskot og eygleiðingar, sum bløðini sjálvi mugu taka støðu til.
- Tað er grundlegggjandi øðrvísi at tosa um almennu og privatu fjølmiðlarnar, og sjálvsagt kunnu vit politikarar ikki blanda okkum ov nógv í privatu viðurskiftini, vísir mentamálaráðharrin á.
Jógvan á Lakjuni eftirlýsir eisini fleiri tíðindafólk við útbúgving, og júst hetta var eisini uppi at venda á áðurnevnda fakfestivali, sum Synergi skipaði fyri. Tá varð víst á, at einki annað land í heiminum hevur so nógvar journalistar, sum ikki hava journalistiska útbúgving, og hetta heldur mentamálaráðharrin sæst aftur.
- Talan er sjálvsagt um ein trupulleika, vit ikki eru harrar yvir, men fleiri teirra, sum skriva, duga einfalt ikki nóg væl, heldur Jógvan á Lakjuni. Við færri blaðútgávum hevði hesin trupulleikin sambært landsstýrismanninum heldur ikki verið eins sjónligur í føroyska blaðheiminum.
- Men sum sagt er hetta ikki nakað, politikarar eru harrar yvir, men hesar áskoðanir mínar eru einfalt eygleiðingar, sum eg so havi gjørt niðurstøður til, sigur Jógvan á Lakjuni.
Talan er í roynd og veru um eitt gamalt og støðugt afturvendandi kjak, sum helst hevur sín uppruna í fíggjarligu fortreytunum hjá bløðunum, men mentamálaráðharrin heldur tó fast við, at føroysku bløðini slaka, tá góðskan í útgávum verður raðfest.