Fýra føroyskir dómarar hava verið til Copa Del Sol Cup í La Manga og Benidorm. Teir komu allir væl frá uppgávuni og hava fingið góð orð við á vegnum fyri avrikini. Retur Reinert og Dagfinn Forná dømdu hvør sín dyst, meðan Thorvald Petersen og Jens Albert Simonsen vóru hjálpardómarar.
Ferðalagið fór úr Føroyum hósdagin í farnu viku. Leygardagin dømdi Dagfinn Forná ein dyst millum NK Olimpija Ljubljana úr Slovenia og Dalian Aerbin FC úr Kina. Heimasíðan hjá fótbóltssambandinum skrivar, at undan dystinum varð roknað við einari torførari uppgávu, tí liðið úr Kina hevði spælt harðan og kontantan fótbólt í undanfarnu dystinum.
Dagfinn Forná kom tó væl frá uppgávuni sambært fótbóltssambandinum, sum endaði við 2-0 sigri til NK Olimpija Ljubljana. Dagfinn fór tríggjar ferðir í lumman eftir gula kortinum.
Sunnudagin dømdi Petur Reinert dystin millum donsku meistararnar, FC Keypmannahavn, og Shaktar Donetsk úr Ukreina. Fyri bæði liðini var talan um ein týðandi dyst, tí vinnarin skuldi spæla finaluna í Copa Del Sol Cup 2012, ímóti russiska Spartak Moskva.
Dysturin endaði við 2-0 sigri til FCK. Fýra gul kort vórðu givin, trý til danska liðið og eitt til Shaktar Donetsk, skrivar FSF.
Eftir hesar dystir fingu føroysku dómararnir bara góð orð við á vegnum, og sum heild vóru fyriskiparar og leikarar væl nøgdir við avrikini sum Dagfinn Forná og Petur Reinert sýndu undir kappingini. Og sjálvir vóru Dagfinn Forná og Petur Reinert væl nøgdir við egin avrik, serliga tá hugsað verður um, at teir millum lítið og einki hava dømt í føroyum, síðani kappingin endaði í oktober í fjør, leggur fótboltssambandið afturat í tíðindaskrivinum.
Spartak Moskova vann Copa Del Sol Cup 2012 við at vinna 1-0 á FCK í finaluni.
(Mynd: www.FSF.fo) Frá vinstru, Jens Albert Simonsen, Petur Reinert, Dagfinn Forná og Thorvald Petersen