Langi fríggjadagur
21.04.00
Um kl. 21 komu vit so við bussi til hotel okkara The Waldorf Aspen, ið liggur á Park Avenu 301 í Manhattan (havi sjálvur ikki sæð so stórt hotel fyrr), bara tað, at tað eru 27 elevatorar, og tað eru 42 hæddir,1250 kømur + 150 suitir, fitnes sentur/hárfríðkan/nógvir handlar, og øll »service« er sjálvandi møguliga allar 24 tímar, ið er rættuliga vanligt her.
Tað at páskir eru, leggur tú ikki til merkis, her er alt opið sum vanligt.
Eitt sermerkt er at leggja til merkis: »Non smoking« hevur rættuliga gjørt vart við seg ? tað er ringt at finna eina kaffibar ella matstað, har tað er loyvt at roykja, og í summum støðum er bert loyvt at roykja eftir kl. 13.00.
Í dag hava modellirnar so vant síðani kl. 10.00 til kl. 15.00 ? eisini hevur ein kendur fotografur verið og tikið myndir av teimum, ið vit so sleppa at síggja seinni í dag. Fotografurin eitur Ismanz.
Kl. 15 í dag er bólkurin so sloppin leysur her í Manhattan til kl. 18 ? so nú verða allir handlar í nánd vitjaðir. Skal viðganga, at tað er gott at hava gott tol. Tá allar »diddurnar« skulu passa klæðir ella kanna ymisk luktilsi ? tann eini sermerkti kvinnuhandilin tætt við okkum er á 7. hædd, og fann eg útav, at bert 1/4 av tí hæddini bleiv nýttur til mannfólk. Kl. 18 skal so hópurin út á eitt etistað fyri sera ung fólk. Annars má eg siga, at tann føroyski bólkurin er ógvuliga harmoniskur og væl skrúvaður saman ? júst sum eitt gott væltrenað hondbóltslið ? tær hjálpa hvørjari aðrari og eru sera góðar at styðja hvørja aðra í teim ymisku greinunum, tær skulu arbeiða við.
Ein bólkur, sum foreldur kunnu vera stolt av, og sum uppførir seg sera væl, sjálvt um programmið hjá teimum er strævið.