Týskvøldið spældi Víkingur seg sera sannførandi víðari í europeisku meistarakappingini.
Í síðstu viku vóru úrslitini hjá KÍ (0-0 á heimavølli), NSÍ (1-2 á útivølli) og B36 (1-2 á útivølli) so mikið góð, at vánir vóru fyri, at í hvussu so er B36, kanska eisini NSÍ og í vónini eisini KÍ kundu spæla seg víðari í Europa liguni. Men soleiðis tørnaði tað ikki út og verri enn so.
Tíðliga í kvøld tapti KÍ 5-0 í Stokholm ímóti AIK, sum skoraði trý mál beinanvegin og var frammanfyri 5-0, tá ið teir fóru at hvíla seg.
Vánirnar hjá NSÍ betraðust heilt nógv, tá ið Dinamo Minsk á Svangaskarði beinanvegin misti ein mann, sum sá reytt fyri at hevna seg.
Men Dinamo Minsk vann 2-0. NSÍ hevði bóltin nógv størsta partin av tíðini, og NSÍ hevði fleiri spentar støður, uttan at tað eydnaðist at fáa mál. Í skjótum mótálopi rann Dinamo Minsk spælari frá NSÍ verjuni og skoraði, og fram ímóti endanum varð sigurin staðfestur við brotssparki.
Tættast við at vinna seg víðari í kappingini í kvøld var B36. Lítla løtu eftir steðgin javnaði Benjamin Heinesen til 1-1 við framúr langskoti. Inntil tað restaðu tveir minuttir var spenningur og lív í. B36 hevði nógvar spentar støður, men tað eydnaðist ikki at skora málið, sum hevði borið longda leiktíð við sær.
Í evstu løtu kortsluttaði B36, tá ið Tórður Thomsen fór fram í hornasparksstøðu, og mótstøðuliðið skoraði í skjótum kontra.
Víkingur verður harvið einasta føroyska liðið, sum fer at halda fram í europeisku kappingunum. Fyrri dysturin í øðrum umfari í europeisku meistarakappingini verður mikukvøldið á útivølli ímóti FH á Hafnafirði.
AIK Stokholm-KÍ 5-0 (5-0)
AIK heldur fram í kappingini við samantalda málmuninum 5-0
NSÍ-Dinamo Minsk 0-2 (0-1)
Dinamo Minsk heldur fram í kappingini við samantalda málmuninum 4-1
B36-Kalju 1-2 (0-1)
Kalju heldur fram í kappingini við samantalda málmuninum 4-2