NM í bridge var í norska býnum Kristiansand 7.-9. juni. Leikararnir á føroyska liðnum vóru: Arne Mikkelsen, Bogi Simonsen, Árni M. Dam Dánjal Pauli Mohr, Dia Jacobsen og Jákup Hjaltalin. Úrslitini hjá føroyska liðnum vóru hesi:
Føroyar - Finnland 13,52 - 6,48
Føroyar - Danmark 3,27 - 16,73
Føroyar - Svøríki 11,20 - 8,80
Føroyar - Noreg 8,80 - 11,20
Føroyar - Ísland 2,69 - 17,31
Føroyar - Svøríki 6,72 - 13,28
Føroyar - Noreg 5,00 - 15,00
Føroyar - Danmark 15,56 - 4,44
Føroyar - Ísland 8,80 - 11,20
Føroyar - Finnland 7,71 - 12,29
Støðan eftir 10 umfør:
1. Ísland 119,21
2. Noreg 110,75
3. Danmark 104,98
4. Svøríki 100,69
5. Føroyar 83,27
6. Finnland 79,10
- Fólk, sum hava fylgt við gongdini í føroyskum bridge, eru samd um, at vit í dag kunnu manna eitt lið, sum ikki smæðist burtur millum tey bestu. Frægasta úrslitið kom í 2015, tá ið føroyingar vunnu silvurmerki í NM kappingini. Í Kristiansand rakk tað til tríggjar sigrar í teimum tilsamans 10 dystunum og eitt 5. pláss samanlagt. Viðmerkjast skal, at føroyska liðið alla tíðina var væl við í kappingini, sum allan vegin var óvanliga jøvn. Tey fyrstu umførini lógu vit eitt skifti millum tey fremstu liðini, skrivar Bridgesamband Føroya í tíðindaskrivi.