Føroysku súkklararnir vunnu í Íslandi

Føroysku súkklararnir eru júst komnir aftur úr Íslandi, har kappast hevur verið ímóti sterkastu súkklarunum í Íslandi. Koyrdar vórðu tríggjar kappingar, og samlaður vinnari gjørdist Gunnar Dahl-Olsen

Súkkling

Ikki færri enn níggju føroyskir súkklarar kappaðust í Íslandi í vikuskiftinum. Farið varð fríggjakvøldið við Atlantic Airways, og hópurin kom aftur mánadagin. Kappast varð í trimum kappingum, tvær landavegkappingar og ein einkultstartur.
Fyrsta kappingin á skránni var leygardagin, tá kappast varð í 60 km landavegkoyring. Leiðin gekk frá Reykjavík, nakað niðan í fjøllini har á leiðini, og so aftur á mál nakað eystanfyri Reykjavík.
Nógvir manns vóru til start, og allir fylgdust fyrstu nógvu kilometarnar í kappingini, men komnir nakað niðan í fjøllini stakk Gunnar Dahl-Olsen av frá feltinum. Bogi Kristiansen og íslendingurin Gunnlaugur Jonasson, royndu at koyra Gunnar inn aftur. Hetta eydnaðist bert partvís, tí tað eydnaðist bert Gunnlaugur at koyra Gunnar inn aftur. Hesir fylgdust tí meginpartin av túrinum aftur móti málinum.
Gunnlaugur var vælkoyrandi, og hann royndi tí fleiri ferðir at stinga av frá Gunnari á flata strekkinum aftur ímóti Reykjavík. Hetta eydnaðist ikki, og avgerðin fall tí ikki fyrr enn í endaspurtinum, sum Gunnar vann við bert einum sekundi.
Bogi Kristiansen er somuleiðis vælkoyrandi fyri tíðina, og honum eydnaðist tí at koma á mál sum triði maður.
Hjá føroysku unglingunum gekk best hjá Hans Krosstein, ið gjørdist nummar fimm í fyrstu kappingini.
Bergur Johansen kom á mál sum nummar sjey, og Dánjal Michaelsen var óheppin og fekk mekaniskar trupulleikar at dragast við, og gjøgnumførdi tí ikki fyrstu kappingina.

Tættur endaspurtur á aðru etapu
Sunnudagin stóðu tvær kappingar á skránni. Fyrrapartin bleiv aftur kappast í landavegsúkkling, hesuferð 80 kilometrar. Kappingin fór fram við Tingvøllin og koyrast skuldi fýra umfør á umleið 20 kilometrar.
Javnt gekk tíðliga í kappingini og feltið fylgdist fyrsta umfarið, men nakað út á 2. umfar slitnaði feltið, og Eli Christiansen, Gunnlaugur Jonasson, Bogi Kristiansen og Gunnar Dahl-Olsen sluppi frá høvuðsfeltinum.
Hesir fylgdust líka til 100 metrar vóru eftir á mál, tá avgerðin aftur fall við einum sera spennandi endaspurti millum Gunnlaugur, Boga og Gunnar. Gunnar átti munin og vann við einari sponn á Boga Kristiansen, ið sostatt gjørdist nummar tvey.
Fyri at økja um spenningin høvdu fyriskipararnir lagt spurtir inn í kappingina, og møguleiki var tí at vinna sær eyka sekundir um tað eydnaðist einum at vinna spurtirnar á 1. og 3. umfari.
Gunnar var vælkoyrandi sunnumorgunin, og vann hann tí eisini báðar innløgdu spurtirnar, og tryggjaði sær harvið seks bonus-sekundir.

Spennandi einkultstartur
Samlaði munurin millum Gunnar og Gunnlaugur var ikki stórur undan seinastu etapuni, og tí var spenningurin stórur, um hvørt Gunnar megnaði at halda tørn, og ikki missa ov nógva tíð í einkultstartinum.
Gunnlaugur er sera stinnur í einkultstartinum, og umframt at gerast nummar trý í einkultstartkappingini í Statoil Kring Føroyar fyrr í summar, gjørdist Gunnlaugur eisini íslendskur meistari 2003 í hesari grein fyri kortum.
Einkultstartkappingin fór fram á leiðini kring Grindavík, og koyrast skuldi 20 kilometrar.
Tá koyrt verður einkultstart koyrur hvør súkklari kapp ímóti ?sær sjálvum? og klokkuni alt tað hann er mentur, og torført er tí at finna vinnaran fyrr enn allir eru komnir á mál. Sera javnt gekk millum sterkastu súkklararnar, men aftur seinnapartin sunnudagin gekk væl hjá Gunnar, og enn einaferð gjørdist hann skjótastur og vann sostatt einkultstartin. Trífalt gull til Gunnar, og tí gjørdist hann samlaður vinnari av kappingini.
Aftur hesuferð gekk væl hjá Boga Kristiansen, ið nú endaði á 3. plássi. Sverri M. Edvinsson, ið vanliga er sera sterkur í einkultstarti mátti noyðast við eitt 4. pláss.
Hjá unglingunum gekst best hjá Hans Krosstein og hesaferð gjørdist hann nummar fimm.
Bergur Johansen kom á mál sum nummar sjey og Dánjal Michaelsen sum 10. maður.